Ítróttarmiðdepil í Klaksvík

Klaksvíkingar ætla sær ein nýggjan ítróttarmiðdepil í býnum, soleiðis at teir kunnu samskipa allan ítróttin. Uppskot bleiv lagt fram fyri býráðið leygardagin

ÍTRÓTTUR

- Vit hava sjey lið í deildarfótbólti, meðan vit hava góð 30 lið í yngri deildum, so vit hava virkiliga brúk fyri einum vølli afturat. Hetta sigur John William Joensen, sum er ábyrgdarfólk fyri samskifti í KÍ.
Í løtuni hevur KÍ ein fótbóltsvøll, eina ítróttarhøll, eina svimjihøll, og so er ein nýggj badmintonhøll á veg. Hetta gevur góð kor til ítróttin í Klaksvík, men nú vil Klaksvíkar Ítróttarfelag byggja eitt nýtt stadionøki. Hetta fyri at bøta um umstøðurnar hjá ítróttinum.
Í hesum sambandi var fundur leygardagin, har ítróttarfelagið legði fram uppskot fyri býráðið um bygging og samskipan av einum nýggjum ítróttarmiðdepli, sum ætlandi skal samskipa allan ítróttin á økinum.

Gomul ætlan grivin fram aftur
Uppskotið um at gera eitt nýtt stadion við síðuna av svimjihøllini er tó ikki nýtt í Klaksvík. Longu í 80’árunum legði Jákup Mikkelsen býráðslimur í Klaksvík uppskot fram um at byggja nýtt stadion á júst hesum stað. Býráðið fór síðani í gongd við at gera kanningar av økinum, men sum tíðin leið bleiv hetta uppskot slept.
Seinastu tíðina er uppskotið tó grivið fram aftur. Hetta er sjálvandi ikki júst sama uppskot, men KÍ hevur gjørt avtalu við Fuglø arkitektar um at kanna møguleikarnar at gera eitt stadionøki við síðuna av svimjihøllini.
Fuglø arkitektar hava eisini kanna møguleikarnar at leggja ítróttarøkið í eitt, soleiðis at ítróttarhøllin, badmintonhøllin og svimjihøllin koma at liggja í einum og sama bygningi við tveimum fótbóltsvallum uttanum. Hetta hevði ikki bara komið ítróttinum til góðar, sigur John William.
- Ætlanin hjá okkum er at leggja ítróttarøki í eitt, soleiðis at vit kunnu fáa ein rættan miðdepil, sum kann gerast eitt savningsstað fyri Klaksvíkina. Men eitt sovorðið øki hevði ikki bara komið ítróttinum til góðar. Hetta hevði eisini givið møguleikar at havt fyrilestrar og ymisk tiltøk, og sostatt kundu bæði vinnulív og mentunarlív fingið ágóða av hesum.

Umstøðurnar mugu bøtast
Vónirnar og krøvini hjá klaksvíkingum hava altíð verið høg til fótbóltsfelagið hjá býnum, og hetta ásannar John William eisini.
- Sjálvsagt vera nógvir pengar brúktir uppá Formula-liðið hjá KÍ, tí krøvini til liðið eru sera høg, bæði frá nevndini og frá áskoðarunum. Nú hava vit tó sett góðar venjarar at taka sær av øðrum liðum hjá felagnum, og hesir ráða okkum til at venja meir við yngru leikarunum. Skal hetta lata seg gera, so mugu umstøðurnar broytast.
Ikki bara fótbólturin skal hava betri umstøður. KÍ-høllin er eisini í ringum standi, og hon er eisini upptikin at kalla allan dagin. Hetta ger, at korini hjá flogbóltinum og hondbóltinum í bygdini ikki eru av teimum bestu, sigur John William.
- Umstøðurnar skulu ikki bara broytast hjá fótbóltinum. Bæði flogbólturin og hondbólturin skulu hava betri kor, tí hetta er av stórum týdningi fyri ítróttin í Klaksvík.
Hann leggur eisini afturat, at umstøðurnar til ítrótt í Klaksvík mugu bøtast, soleiðis at næststørsti býur í landinum skal hava ein møguleika ímóti Havnini.

Ætla at gera ein stovn
Ætlanin er at fáa ítróttarøkið at vera eitt. Tað vil siga, at ítróttarhøllin, badmintonhøllin og svimjihøllini skulu vera í einum og sama bygningi, sum so fer at hava fleiri aðrar hentleikar eisini. Á henda hátt kann ítróttarøkið lættari gerast ein miðdepil, har fólk kunnu savnast.
Meiningin er eisini at fáa komandi ítróttarmiðdepilin at virka sum ein stovn, sigur John William.
- Í løtuni er ein pedellur í ítróttarhøllini, og nøkur fólk arbeiða í svimjihøllini. Harafturat fer onkur at taka sær av badmintonhøllini, tá hon verður liðug, og í hesum sambandi er okkara ynski at fáa ítróttarøkið undir ein stovn, soleiðis at øll arbeiðsfólkini fáa møguleika at arbeiða saman. Hetta hevði verið gott fyri trivnaðin og hevði uttan iva bøtt um arbeiðslagið.
Hetta er sjálvandi lættari sagt enn gjørt, men hetta er ein dreymur hjá ítróttarfelagnum, ásannar John William.
Enn er henda ætlanin bert eitt uppskot, men gerst hetta til veruleika, so er meiningin, at ítróttarmiðdepilin í Klaksvík skal vera liðugur, áðrenn Oyggjaleikirnar koma til Føroya. So kann Klaksvík nevniliga gerast ein enn størri partur av leikunum.
- Eg vóni, at politikarnir síggja møguleikan í hesum uppskotinum, tí hetta hevði verið gott fyri ítróttin, mentunarlívið og vinnulívið í Klaksvík, sigur John William Joensen at enda.