Ítróttarmiðstøð - fótbóltshøll?

Schandorff Vang
Skjótisamband Føroya
??????
Nú verður stórt sligið upp við ætlanum um fótbóltshøll har Klaksvíkar kommuna, Sunda kommuna og kommunurnar í Eysturoynni eru við. Man hevur hug at siga fótbóltur-fótbóltur-fótbóltur - enn einaferð!
Tað eru aðrar ítróttargreinar til eisini!
Tá allar hesar kommunurnar hava tikið stig til samstarv um so stóra ætlan, hví eru borgarstjórarnar so stutt skygdir? Hevur eingin teirra gjørt kanning um, hvør tørvur veruliga er norður/eystur økið?
Í seinastu 3-2 sending í SvF kærdu flogbóltsfeløgini Mjølnir og SÍ sína neyð, tí umstøðurnar vóru so ringar. Frælsur ítróttur, svimjing og fimleikur skríggja eftir betri umstøðum í økinum. Hetta eru tær stóru ítróttargreinarnar. Fer m.a. bogaskjótingin ikki betri umstøður heilt skjótt, er vandi fyri, at virksemi í økinum heldur uppat. Er tað tað hesar kommunur vilja?
Hví verður eingin langtíðarætlan gjørt, har allur ítróttur verður tikin upp á ráð? Hetta serliga tí vit framhaldandi royna at fáa olympiska viðurkenning. Hava vit karmarnar, kundi tað hjálpt til - og hava vit teir ikki, so verður tørvurin enn meiri átrokandi, tá vit hava fingið viðurkenning.
Vit hava stóran tørv á einari ítróttarmiðstøð har hugsað er um allar verandi ítróttir, og eisini um ítrótt, sum møguleiki er fyri at fara undir.
Vit hava tørv á eini ítróttarmiðstøð til tey feløg, sum eru skrásett undir ÍSF við hesum ítróttargreinum í avvarðandi kommunum: fótbólt, hondbólt, flogbólt, svimjing, frælsan ítrótt, fimleik, badminton, judo, borðtennis, bogaskjóting og kurvabólt.
Harumframt kunnu vit seta í gongd aðrar ítróttir, so sum bowling, riflu-/ pistólskjóting, tennis, squash, kropsvenjingarmiðstøð og annars tað, sum áhugi kann vera fyri at fara undir.
Tað er ikki rætt, at allir hesir ítróttir skulu fara av landinum í vikuvís á venjingarlegur, tí vit framhaldandi hava sera vánaligar umstøður. Hví ikki gera umstøðurnar so góðar, at vit kunnu fáa aðrar tjóðir at komu higar á venjingarlegu? Hví ikki gera umstøðurnar so góðar, at vit kunnu fáa møguleika fyri at fyriskipa alheims kappingar við umstøðum, sum lúka øll krøv?
Mítt hugskot er - ítróttarmiðstøð heldur enn bara fótbóltshøll.