Í tráð við førda politikkin

- Tað, sum Elin Heinesen, stjóri í SamVit, førir fram í bløðunum, er í tráð við førda politikkin hjá sitandi samgongu, og tí tekur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, í tí stóra og heila undir við tí, hon førir fram

Elin Heinesen hevur drúgt lesarabræv í bløðunum í gjár, har hon heitir á landsins myndugleikar um at leggja størri dent á alternavitar vinnur í Føroyum. Og hetta er júst tann politikkur, sum samgongan hevur stungið út í kortið.

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, sigur, at tað var av stórum týdningi, at Menningarstovan og Ferðaráðið vórðu løgd saman í ein stovn, SamVit.

- Tað, sum Elin Heinesen førir fram, er neyvt í tráð við førda politikkin á økinum. Samanlagdi stovnurin skal ráðgeva, koma við uppskotum og ikki minst marknaðarføra Føroyar uttanlands, sigur Bjarni Djurholm.

Hann vísi á, at hóast 95% av okkara útflutningi stavar frá fiski og fiskaúrdráttum, so kemur bara 60% av valutainntjeningini frá hesum vørum.

- Vit vita, at danski stuðulin svarar til áleið 15% av føroyska búskapinum, so umleið 25% koma frá øðrum vinnum, eitt nú ferðavinnuni, flutningsvinnuni, KT, útisiglarum, handverkarum í útlandinum og so framvegis. Talan er um vaksandi part av samfelagsbúskapinum, ið stavar frá øðrum enn okkara høvuðsvinnu, sigur Bjarni Djurholm.

 

Raðfestast høgt

Hannb vísir á, at hóast vit høvdu búskaparliga afturgongd frá 2002 fram til 2005, serliga við trupulleikum í alivinnuni, so vaks arbeiðsloysið ikki so nógv, sum óttast kundi verið fyri. Og hetta er aftur eitt dømi um, at alsamt fleiri hendur fáa sína inntøku frá øðrum enn høvuðsvinnuni.

Bjarni Djurholm sigur víðari, at tað er alneyðugt av sleppa undan fløskuhálsum, eisini tá tað snýr seg um loftvegis ferðslu til og úr Føroyum.

- Ráddi eg einsamallur fyri borgum, hevði ein nýggjur altjóða flogvøllur fingið fremstu raðfesting. Í løtuni sær út til at tað kunnu verða tvey støð, har ein alternativur flogvøllur kann liggja, og tað er á Sandoynni og á Glyvursnesi. Seinni nevnda hevur tann fyrimun, at tað er onga aðrastaðni, at ein vøllur kann gerast so langur, sum á Glyvursnesi, sigur Bjarni Djurholm.

Hann sigur, at vindmátingar eru byrjaðar, men hann roknar við, at tað skulu ganga eini fýra ár, áðrenn hagtalsgrundarlagið er nóg gott at taka støðu út frá.