Útreiðslubyrðan millum Landskassa og Statskassa á rakstrar- og løguútreiðslum broytist, alt eftir hvussu stórar ella lítlar útreiðslirnar hjá landskassanum eru.
Vaksandi útreiðslur hjá Landskassanum, sum vit hava í løtuni, viðføra at Statskassans partur av útreiðslunum minkar (sjálvandi eisini í prosentum).
Fallandi útreiðslur hjá Landskassanum vaksa hinvegin um Statskassans part av útreiðslunum, (eisini í prosentum).
Miðskeiðis í 70-unum var útreiðslubyrðan hjá Statskassanum umleið 40 % av samlaðu rakstrar og løguútreiðslunum.
Í 1992 var hesin partur fallin til 24 %. Taka vit tíðarskeiðið frá 1993 til 1998 var útreiðslubyrðan hjá statskassanum millum 29 og 31 %.
Frá 1999 til 2001 var parturin hjá statskassanum 31 til 32 %.
Við minkingini av blokkinum er statskassans partur av samlaðu rakstrar- og løguútreiðslunum vorðin 23 %, men nú er eisini, sum øllum kunnugt, einki yvirskot hjá Landskassanum.
Taka vit Statskassa og Landskassa frá 1999 til 2002 sær soleiðis út.
1999200020012002
Landskassi2.6902.8873.1033.395
Statskassi1.2911.3391.3711.003
Tilsaman3.9814.2264.4744.398
Statskassin í prosentum32 %32 %31 %23 %
Mín áheitan á Tjóðveldisflokkinum skal verða, at flokkurin í framtíðini letur verða við at villeiða fólkið við at siga, at blokkurin nú einans er 6 % av búðskapinum. Hetta sigur ikki stórt annað, enn at rakstrar- og løguútreiðslurnar hjá heimastýrinum, sum Løgmaður eisini hevur gjørt vart við, eru eksploderaðar, og eru alt ov høgar til okkara samfelag, og at yvirskotið er burtur.
Sum vit síggja er úrslitið av niðurskurðinum av blokkinum tað, at yvirskotið er burtur, og at vit einans seta millum eina og tvær milliónir í Landsbankan í 2002, hettar meðan vit næstan kunnu siga okkum at hava fingið fullan viðvind á súkklubreytini.
Undirritað vil loyva sær at heita á Tjóðveldisflokkinum um at geva eitt kvalifiserað og greitt boð uppá, hvørjar atgerðir skulu takast, fyri at sleppa undan at brúka av innistandandi í Landsbankanum. Enn er einki sagt av Tjóðveldisflokkinum um hesa avbjóðing.
Nú er tíðin komin hvar gerðir skulu setast ístaðin fyri orð. Tað eru sum kunnugt einans tveir mátar at gerða hetta uppá, og tað veit hvørt mansbarn í Føroyum, tað er at lækka útreiðslurnar, og ella at hækka inntøkurnar.
Hví er nú javnvágin í Samgonguni vorðin so út av lagi vánalig? Hetta er eisini ógvuliga einfalt, og tú hoyrir tað allastaðni, hvar ein bólkur sum skuldi havt felags áhugamál skrædnar, tú hoyrir somu viðmerkingar ella undanførðslur innanfyri Samgonguna í løtuni.
<sum$?$end$!$Skuldi ikki havt stemma fyri Fíggarlógini.<BR><sum$?$end$!$Útreiðslirnar skulu ikki hækka, um mítt lokala øki verður rakt.<BR><sum$?$end$!$Teir eru óseriøsir, teir siga ikki sannleikan, teir villeiða fólk.<BR><sum$?$end$!$Justitsmorð, hattar skal koma teimum aftur um brekku.<BR>
Mín næsta áheitan skal verða á Samgonguna um beinanvegin at grava stríðsøksina og finna eitt felags stev ella at bróta samstarvið. Hetta sum nú hendir, hevur Føroya land ikki uppiborið, og so langt frá tí. Tað sama hvør kemur til valdið í Føroyum, so skulu tung tøk takast tað næstu tíðina.