Treytaða frádøming av koyrikorti fyri at koyra 85

Løgreglan gjørdi í gjár ferðmátingar í eini sonevndar 60 km sonu

Tá løgreglan í gjár gjørdi ferðmátingar við brúnna um Streymin komu nógvir bilførarar í felluna. Á landsvegnum við brúnna er ein sokallað '60 km sona', sum merkir, at hámarksferðin, sum vanliga er 80 km um tíman á landsvegnum, er niðursett til 60 km um tíman. Og tá skulu bilførarar ansa sær, tí tá er skjótari at koma í felluna, tí koyrir tú meira enn 15 km um tíman ov skjótt, so fellir hamarin, og tú fært klipp í koyrikortið. Og koyrir tú meira enn 20 km um tíman ov skjótt, so verður tað treytað frádøming av koyrikortinum. Fyri at gardera seg, so trekkir løgreglan altíð 3 km um tíman av tí, sum mált er.

7 mál vórðu skrivað við Streymin í gjár. 5 bilførarar fingu klipp fyri at koyra millum 80 og 83 km um tíman, og ein stendur til treytaða frádøming av koyrikortinum, tí hann koyrdi 85 km um tíman. Tann sjeyndi er skuldsettur fyri at koyra uttan koyrikort og verður eisini revsaður fyri tað.