Trið lekrast í heiminum

Donsku tannáringagenturnar hava talað. Nú er greitt hvørji mannfólk vóru tey lekrastu í 2008. Á triðja plássinum –frammanfyri mætar menn sum Brad Pitt, Orlando Bloom og Ronaldo- er Hans Edward Andreasen í The Dreams

Í fleiri mánaðir hevur danska blaðið ”Vi Unge”, ið serliga vendir sær til gentur í tannáringaárunum, havt eina atkvøðugreiðslu koyrandi.

Nú ársskifti var, ráddi nevniliga um at finna útav, hvørji hundrað mannfólk vóru heimsins lekrastu í 2008.  Hetta er ein gomul traditión hjá blaðnum, og listin verður gjørdur á hvørjum ári.

100 mannfólk úr øllum heiminum verða tilnevnd, og so kunnu lesararnir hjá blaðnum atkvøða um hvør er tann girndarmiklasti.

Ofta eru tað somu nøvnini, ið ganga aftur, men í ár vóru fleiri nýggj nøvn at finna. Eitt av teimum var Hans Edward Andreasen, sum kom beinleiðis inn á triðja plássi um at vera lekrasti maður í heiminum.


Flent nógv

Tá Sosialurin ringir til trið lekrasta mann í heiminum, og biður um eina viðmerking til flotta úrslitið, er ein øgiligur látur.

-Ja, hvat skal man siga. Hatta er jú bara stuttligt. Og vit hava sanniliga eisini flent nógv at tí, sigur Hans Edward.

Hann greiðir frá, at hann fekk at vita, at hann fór at vera í uppskoti, tá ”Vi Unge” gjørdi listan, men hann hevði onga hóming av, at hann fór at enda heilt uppi í topp trý. Tað eru jú 100 nøvn á listanum, og flestu teirra eru kendir fyri .

- Tey spurdu um tey kundu brúka meg til handan listan, og tað helt eg vera í lagi. Eg hevði yvirhøvur ikki væntað, at eg fór at fáa so nógvar atkvøður.

Hann heldur, at tað eru nógvu donsku fjeppararnir hjá The Dreams, ið hava atkvøtt fyri honum.  

    - Tað eru fleiri, ið dáma The Dreams og okkara tónleik, og tað er nokk hagani atkvøðurnar stava, heldur hann. 

Hans Edward greiðir frá, at hinir limirnir í bólkinum  halda tað vera stuttligt, at hann er so lekkur. Men hann er ivaleysur í, at teir eisini verða á listanum komandi ár.

Tá hann verður spurdur um, hvat daman, sum eisini er nevd í Vi Unge í sambandi við triðjaplássið, sigur til at eiga triðlekrasta mann í heiminum, er svarið tað sama.

- Hon heldur tað vera stuttligt. Og hon hevur sanniliga eisini flent nógv at tí.



Myndatekstur:

Hans Edward Andreasen, forsangari í The Dreams, er av donskum tannáringagentum kosin at vera triðlekrasti maður í heiminum. Hann er langt frammanfyri kend nøvn sum Justin Timberlake, Leonardo DiCaprio, Brad Pitt og Beckham

 



Topp 50

1 Zac Efron

2 Nic Jonas

3 Hans Edward Andreasen

4 Orlando Bloom

5 Bill Kaulitz

6 Joe Jonas

7 Christiano Ronaldo

8 Johnny Depp

9 Chad Michael Murray

10 Jesse McCartney

11 Danny McFly

12 Basim

13 Harry McFly

14 Tom Kaulitz

15 Chris Brown

16 Søren Bregendal

17 Ryan Sheckler

18 Heath Ledger

19 Bam Margera

20 Matt LeBlanc

21 Ben Barnes

22 Emil Debski

23 Kevin Jonas

24 Justin Timberlake

25 Wentworth Miller

26 Strify fra Cinema Bizarre

27 Pete Wentz

28 Oliver Bjerrehus

29 Corbin Bleu

30 Leonardo DiCaprio

31 Sebastian Agård-Wiliams

32 Sebastian Jessen

33 Johnny Knoxville

34 LOC

35 Felix Smith

36 Brad Pitt

37 Greard Way

38 Jay

39 Martin fra X-factor

40 David Beckham

41 Nik

42 Shia Labeouf

43 Daniel Radcliffe

44 Jared Leto

45 Rupert Grint

46 Chase Crawford

47 Jude Law

48 Anden

49 Jonathan Rhys-Meyers

50 Rafael Nadal