Føroya Triathlon Felag hevur boðað frá, at felagið heldur eykaaðalfund hóskvøldið, 30. november, í ÍSF-húsinum. Fundurin byrjar kl. 18.00.
Endamálið við eykaaðalfundinum er fyrst og fremst at dagføra lógir felagsins, soleiðis at hesar eru í samsvari við standardlóggávuna hjá ÍSF.
Í løtuni verður nevndin hjá triathlon felagnum mannað av Evald Rasmussen, Gunnar Dahl Olsen og Christian Guttesen.