Tríburarnir fylgjast enn

Tríburarnir Anna, Bjørt og Allan Andreassen, ið fylla 25 ár í næstum, áttu hvør sítt barn innan sjey mánaðir í 2013.

 

Tíðliga hósmorgunin 4. januar 1990 átti Sarita Andreassen úr Vestmanna tríburar, trý vælskapt børn, tvær gentur og ein drong, hóast tey vóru fødd sjey vikur ov tíðliga. Bjørt, mittasta barnið, vigaði einans 1700 gram, tá hon var fødd. Tað gingu einans 20 minuttir frá, at Sarita átti fyrsta trýburin til tann seinasti kom í verðina. Sum vera man, vóru fjølmiðlarnir á staðnum.

 

Tað gingu einans 10 mánaðir, so vóru trýburarnir aftur í bløðunum. 15. oktobur 1990 vunnu tríburarnir í Happadráttinum. Vinningurin kom væl við hjá familjuni, ið brádliga var vorðin nakað størri enn væntað.

 

Nú fylla tríburarnir 25 ár í næstum. Anna, tann elsta, arbeiðir hjá Luna í Sørvági. Bjørt arbeiðir í vaskarínum á Landssjúkrahúsinum, meðan Allan nýliga er farin at sigla sum maskinmeistari hjá Maersk. Øll trý búgva enn í Vestmanna.

 

- At vera tríburi er heilt fantastiskt, serliga sum børn, tí ein hevur altíð onkran at vera saman við, sigur Bjørt Andreassen.

Øll trý fylgdut nógv sum smá, og høvdu allar vinir í felag. Allan hevur tí brúkt nógvar tímar saman við systrunum og Barbie-dukkum teirra. Hann letur tó væl at.

- Tað kom sera væl við, at eg altíð hevði onkran at fylgjast við. Húsini vóru ongantíð tóm, tá ein kom heim, og vit hava ongantíð havt nakra orsøk at føla okkum einsamøll, sigur hann.

 

Tey halda tað vera eitt sindur ilt at siga, um tey, sum tríburar, hava eitt tættari samfelag hvønn við annan enn onnur, ið eru tøtt systkin, tó ikki tríburar. Anna ivast í, um munurin millum tríburar og vanlig systkin man vera so stórur, tá man gerst vaksin.

- Nú hava vit okkara egnu familjur, vit hava øll maka og egin børn. Tá hugsar ein kanska ikki so nógv um, at vit hava nakað serligt samband, sigur Bjørt.

 

- Vit hava enn tætt samband hvør við annan, tó at tað sjálvandi er annarleiðis, nú vit eru vaksin, enn tá vit vóru børn, siga tey trý. Allan vísir á, at við tað, at tey eru javnaldrar og búgva enn í bygdini øll trý, so vitja tey nógv hvønn annan, og halda soleiðis samfelagið við hvønn annan við líka. Mamman, Sarita Andreassen, sigur, at tey hava altíð fylgt væl við hvørjum øðrum, og heldur at tað er eyðsæð, at tey hava eitt tættari band enn onnur systkin.

- Sum børn búðu vit jú saman og vóru nógv saman, so vit vóru ógvuliga tætt knýtt saman. So tøtt eru vit tó ikki longur, hóast vit vitja hvønn annan dúgliga, sigur Bjørt.

 

Tey hava tó eisini aðrar orsøkir at vitja hvønn annan, umframt tað, at tey eru tríburar. Øll trý systkini blivu foreldur í 2013. Bjørt átti eina dóttur í februar, Allan eina dóttur í mars, og Anna ein son í oktobur 2013. Tað er sostatt ikki meiri enn eitt gott og væl eitt hálvt ár millum tey trý systkinabørnini, sum øll ganga í somu stovu í dagstovninum.

 

Tá tríburarnir fyltu 18, var stór veitsla í høllini í Vestmanna (og ja, bløðini vóru til staðar, aftur). Nú stendur 25 ára dagurin fyri durum, men hesa ferð verður eingin stór veitsla. Bjørt er farin í barnsburðarfarloyvi og er sett at eiga 29. desembur, meðan Allan fer avstað aftur 31. desembur. Tískil er líkt til, at hvørgin teirra verður heima 4. januar, og at Anna verður einsamøll við restini av familjuni.

 

Tó so, áðrenn ta tíð koma jólini, og tá verður fult hús heima hjá Saritu. Maðurin, Jákup Martin Andreassen, siglir úti og verður ikki heima, men annars eru øll fimm børnini heima, tríburarnir og tær báðar eldru systrarnar. Saman við foreldrunum hjá Saritu og øllum ommubørnum hennara, vera tey tískil 22 í húsi, tá tað er upp á tað mesta, tó at “einans” 18 teirra sita til borðs jólaaftan. Fult hús og nógv lív, júst sum tá tríburarir vóru smáir.