Triði dysturin í Turkalandi endaði við tapi til Wisla Plock

Andrias Edmundsson og liðfelagarnir máttu lúta fyri kekkiskum liði

Mynd: Wisla Plock

Leygardagin spældu Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Wisla Plock triðja venjingardystin á ferðini í Turkalandi.

 

Aftaná tveir sigrar á rað mátti Wisla Plock ígjár lúta 0-1 fyri kekkiska liðnum, Bohemians Prag, ið skoraði sigursmálið í seinna hálvleiki.

 

Mikumorgun klokkan níggju er aftur venjingardystur á skránni. Tá skulu Andrias og liðfelagarnir spæla móti serbiska liðnum KÍ sendi úr Conference League undankappingini í fjør, Radnicki 1923.

 

Tað verður seinasti venjingardysturin áðrenn Wisla Plock fer í holt við seinnu helvt av kappingini í bestu pólsku fótbóltsdeildini.

 

1. februar spælir Wisla Plock dyst á Orlen leikvøllinum í Plock móti Rakow, ið er eitt stig aftanfyri oddaliðið í bestu pólsku fótbóltsdeildini, ið er júst Wisla Plock. 

 

 

 

Mynd: Wisla Plock