Hóast hon verður mett at vera fremsta sangarinna, ið Føroyar eiga, og hevur vunnið óteljandi virðislønir í fleiri londum, so hevur Eivør aldrin áður vunnið eina FMA virðisløn sum ársins sangari, hóast hon var tilnevnd bæði í 2014 og 2015.
Tað broyttist í kvøld, tá Eivør loksins vann sína fyrstu FMA virðisløn fyri sangarinnu. Tað var í bólkinum besta sangarinna í popp/rokk, at hon vann virðislønina. Hon hevur tó longu vunnið tvær aðrar virðislønir í kvøld.
Í 2014 varð hon tilnevnd í bólkinum Opin bólkur fyri ársins einstakling ella bólk, men tapti móti Kvartettini í Betesda, meðan hon í 2015 varð tilnevnd til ársins sagnarinna í opp/rokk bólkinum, men tapti móti Gretu Svabo Bech.
Hesaferð eydnaðist tó at vinna bólkin í kapping við Døgg Nónsgjógv, Guðrið Hansdóttir, Lailu av Reyni og Lenu Andersen.