Tríggir venjarar longu fingið bann

Tað eru bara fýra umfør spæld, men heilir tríggir venjara hava longu fingið bann

Effo-deildin er bara fýra umfør gomul, men longu tríggir venjarar fingið bann fyri vánaligan atburð og málburð. Longu nú tykist greitt, at venjarar og dómarar hava torført við at skulja hvønn annan anno 2014.

 

Fyrst bleiv Eyðun Klakstein, venjari hjá KÍ, burturvístur í 1-0 sigrinum á Víkingi í 2. umfari. Hetta fyri at tveita ein bólt inn á vøllin. Hann sat uttanfyri í dystinum móti HB vikuna eftir.

 

Vikuna eftir fekk venjarin hjá Víkingi, Sigfríður Clementsen, bann í ein dyst, tá hann vísti 4. dómaranum longutong í trappuuppgongini í B36 húsinum, eftir at B36 hevði javnað við umstríddum brotssparki í evstu løtu.

 

Sunnudagin bleiv so venjarin hjá AB, Bill M. Jacobsen, burturvístur fyri vánaligan málburð móti 4. dómara og hjálpardómaranum. Hann fær í minsta lagi bann í ein dyst.

 

Eitt tykist greitt, dómarar og venjarar í Effo-deildini finna ikki heilt útav tí. Spurningurin er so hvør hevur skyldina. Duga venjararnir ikki at uppføra seg, ella eru dómararnir ov nærtakandi?