Í fyrra førinum høvdu nakrir ungdómar stolið ymiskar smávørur úr einum handli. Vakmyndatól vóru í handlinum, og løgreglan hevur kent ungdómarnar aftur. Gongd er tí komin á málið.
Í einum øðrum handli varð ein blusa stolin. Eisini har eydnaðist at finna fram til gerningspersónin, sum ikki var ungdómur.
Ein triði handilsstuldur varð eisini fráboðaður. Sambært løgregluni var talan um sama persón, sum hevði stolið blusuna. Viðkomandi hevði umframt eina blusu eisini stolið aðrar vørur úr tveimum ymiskum handlum.
Gerningspersónurin er eitt útlendskt ferðafólk. Umframt bót og endurgjaldskrav verður málið viðgjørt við atliti at fyrisitingarligari útvísing. Slík útvísing kann hava við sær, at viðkomandi ikki sleppur inn aftur í landið í eitt til trý ár.










