"Triton" kanna átta skip

Danska sjóverjuskipið Triton hevur seinastu tveir mánaðarnar kanna átta skip, harav fýra føroysk, eitt franskt og trý bretsk.

 

Danska sjóverjuskipið Triton hevur seinastu tveir mánaðarnar kanna átta skip, harav fýra føroysk, eitt franskt og trý bretsk. Eitt av skipunum varð tikið, tað var bretski trolarin "Rivo 1" ið trolaði við ov smáum meskum eystanfyri Nólsoynna.

Tyrlan hjá sjóverjuni hevur seinastu tveir mánaðarnar flogið yvir teimum friðaðu økjunum undir Føroyum og hevur ikki lagt merki til ólógligan fiskiskap. Teir hava eisini flogið yvir Føroyabanka.