Á okkara døgum, hvar ið „Føroya Gull“ javnan verður beint burtur, brúkar danska listakvinnan Hanne Højvælde ullina til nakað fornuftigt !
Í báðum farnu vikunum høvdu vit møguleikan at vitja Hanne og mannin Hans Jørgen í Smiðjuni í Lítluvík, har ið ein bókstavliga kundi síggja trøll á aljósum degi. Hanne arbeiðir nevniliga við tøvdari ull, har ið hon ígjøgnum ár og dag við eini serligari nál í hond hevur formað trøll til, bæði stór og smá, har ið hvørt trøll hevur sína heilt egnu søgu og persónsmensku. „Hasin er pápi at hesum og hatta er mamman“, sigur hon mær, sum um var tað ein verulig og livandi trøllafamilja, talan var um.
Í øllum førum hevur henda framsýning fingið meg og onnur við mær at smílast, tí hesi trøll eru so ótrúliga livandi og stuttlig, har ið tað menniskjaliga og humor verður lýst ígjøgnum hesi fittu og vælmeinandi trøllaskepilsir, sum fyltu krókar og borð inni í hugnaligastu framsýningarhølum landsins. Eg keypti mær nøkur av teimum úttrykksfullastu, hóast eg ongantíð havi staðið inn fyri „trøllaríið“. Plagi heldur ikki at vera tann, sum sær trøll á alljósum degi !
„Troldemor Hanne“, sum hon í sjálvspei eyknevnir seg, brosar eins og maður sín, og ikki at gloyma tey mongu trøllaeyguni, sum hyggja eftir tær, tá ið tú trýnir inn á gólvið. Hon fortelir okkum um trøllini, og her kunnu vit trøllvaksnu eins væl og børn okkara fáa íblástur, meðan vit at ganga runt og hyggja. Skálkabros, rundleiddir kropsdeilir og argandi lívsneisti – ja, hvør man hava sitið sum model ?
Hanne dámar væl at stilla út í Føroyum, og hevði hon hesa ferð nakrar tøvdar ullamyndir, sjall og vestar við á framsýningini. Sí fleiri myndir frá framsýningini í myndarøðini.