Heimasíðan hjá Peturi Hansen hevur sanniliga verið í brennideplinum seinastu dagarnar. Eftir at tíðindi bórust um, at løgreglan hevði sett seg í samband við dreingin, tí hon helt, at myndirnar á síðuni vóru heldur ivasamar, hevur síðan havt fleiri vitjanir enn vanligt.
Petur Hansen sigur, at vanliga eru eini 400 vitjanir hvønn dag, men hósdagin vóru vitjanirnar heili tríggjar ferðir fleiri enn vanligt. Skrásettar vórðu 1200 vitjanir hósdagin, meðan 800 vitjandi vóru fríggjadagin.
Petur leggur afturat, at teljarin á hansara síðu er meira nágreiniligur í teljingini enn aðrir teljarar, tí hesin skilur ímillum IP-adressurnar, sum aðrir vanliga ikki gera. Tí hava aðrir teljarar lyndi til at skráseta fleiri vijtanir, enn talan í veruleikanum er um.
Petur Hansen sigur, at tá hann var inni á Strondum um vikuskiftið og tók myndir á Prix Føroyar konsertini, vóru fólk eitt sindur meira afturhaldandi, enn hann er vanur við, tó fekk hann nakrar góðar myndir á konsertini. Annars hevur hann ikki merkt stórvegis til nógvu umtaluna.
? Eg havi fingið nakrar ábreiðslur frá tí eldra ættarliðnum, men eingin av teimum ungu hevur verið illur um myndirnar, sigur Petur.