Tróndur er skaddur í knænum

Í HB bíða teir eftir úrslitinum av skanningini, sum teir vóna ikki verður slitið krossband

Tað gekk fínt hjá HB leygardagin, tá ið FM favorittarnir vunnu grannauppgerð á Argjum 3-1.

Sigurin varð staðfestur, tá ið klokkan var farin meiri enn fimm minuttir út um vanligu leiktíðina. Málskjútti var Pætur J. Petersen, sum var fyrstur á returinum og heilt akrobatiskt stýrdi bóltin í málið, eftir at AB málverjin hevði hálvbjargað frísparksroynd, tá ið Adrian Justinussen smekkaði til.

Pætur varð skiftur inn í 83. minutti. Hann loysti Trónd Jensen av. Hetta var fyrsti landskappingardystur hjá Tróndi, síðani hann skifti aftur til barndómsfelagið, eftir at hann í fjør spældi við NSÍ.

Tróndur fór av vøllinum, tí hann hevði fingið ein stoyt í knæið. HB formaðurin Páll Mohr Joensen vónar tað besta, men hann kvígir fyri, at úrslitið av skanningini kann fara at vera ikki so gott:

-Vit vóna tað besta, men vit kvíga fyri, at tað kann fara at vísa seg, at krossbandið í knænum er slitið, og so vita vit, hvat tað fer at hava við sær. Tróndur hevur víst seg at vera væl fyri, síðani hann kom aftur til okkara, og tað verður stórur missur, um hann ikki verður førur fyri at spæla, men nú fáa vit at síggja, segði HB formaðurin Páll Mohr Joensen í samrøðu við Jonhard Hilmarson Hansen í fótbóltssendingini Heilfluktarin í radio.fo seinnapartin mánadagin 7. mars.

Sunnudagin fær HB vitjan av NSÍ, sum ­­­­­­Tróndur Jensen í fjør spældi við í 26 landskappingardystum í bestu deildini og fimm dystum í steypakappingini.