Trongligt í Sundalagnum

Nýggju donsku spælararnir vera við í Gøtu, og miðvallarin Høgni Zachariassen venur aftur við fullari ferð

Fótbóltur

 

EB/Streymur er suverent oddalið. Eftir tólv umfør hava teir ikki tapt, og eftir HB sigurin á Skála mikukvøldið er fjarstøðan aftur til næsta kappingarneytan, um tað ber til at kalla tað soleiðis, tíggju stig!

Hóast sannførandi plássið á tindinum á støðutalvuni, so fer EB/Streymur sunnudagin at bjóða Víkingi av við nýggjum vápnum. Danski álopsspælarin Peter Foldgast vandi fyrstu ferð við Margárir í Streymnesi mikukvøldið, og Anders Post, sum er verjuspælari og eisini kann gerast styrkur á verjukendum miðvallarplássi, vandi fyrstu ferð í gjárkvøldið. Teir var báðir á dómaraseðlinum sunnudagin.

Sorin Anghel noyddist av vøllinum og varð seymaður síðsta sunnudag í Klaksvík. Hann verður tøkur sunnudagin, og tað kann væl vera, at Høgni Zachariassen verður á listanum. Hann hevur vant við fullari ferð, og harvið hevur Sigfríður Clementsen positivan trupulleika. Fleiri spælarar, sum ivaleyst høvdu verið uppløgd val at vera millum teir fyrstu ellivu í flestu av hinum feløgunum, mugu finna seg í at skula hita beinkin í Sarpugerði.

Tað verður jarðarferð í Gøtu sunnudagin. Tí verður fyrsta bríkslið millum Víking og EB/Streym ikki fyrrenn klokkan 17.

Eftir kærkomna 2-0 heimasigurin á ÍF og trivaliga 5-0 sigurin á Sandi var tað stórt vónbrot hjá Víkingi at leggja rygg til tap á Svangaskarði. Gongdin seinastu vikurnar er undirstriking av, at tað hevur verið nógv upp og niður hjá Víkingi. Spurningurin er nú, um tað hesa ferð verður upp, og um tað harvið fer at eydnast hjá gøtumonnum og leirvíkingum at útinna tað, sum eingin annar hevur megnað í tólv royndum, nevnliga at vinna øll stigini ímóti EB/Streymi.

Hanus Jacobsen hevur ikki vant saman við hinum í hesi vikuni, men hann verður klárur sunnudagin. Tað verður Hans Jørgen Djurhuus eisini. Hann var ikki við á Toftum.