Í gjár varð spakin settur í størstu byggiverkætlan í søguni hjá Hvalbiar Kommunu.
Tað hendir, á ið Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri, og Rúni Thomsen, formaður í trivnaðarnevndini í bygdaráðnum, loystu fyrstu fløgini fyri nýggjum barnagarði, sum skal byggjast beint niðanfyri skúlan í Hvalba.
Útgrevsturin verður liðugur í summar, og so verður farið undir sjálva byggingina og ætlanin er, at barnagarðurin verður liðugur um hálvtannað ár, ella um árskiftið 2016 -2017.
Talan er um ein dagstovn til 60 børn og hann fer at hýsa bæði vøggustovubørnum, barnagarðsbørnum, umframt frítíðarskúla fyri børn í fyrsta og øðrum flokki, kanska eisini í triðja flokki.
Barnagarðurin lýkur øll nýmótanskrøv, eitt nú er nógv hugsað um umstøðurnar hjá teimum, sum bera brek. Í hesum sambandi verður bæði hugsað um atkomuviðurskiftini, og um umstøðurnar innandura og uttandura, sigur borgarstjórin.
Tey fara eisini byggja stovnin soleiðis, at góðar umstøður verða hjá børnum við serligum tørvi at ganga í barnagarðin.
Talan er um eina stóra íløgu, tí barnagarðurin kostar 10-11 milliónir krónur tilsamans, og sostatt er hetta helst tann størsta íløgan hjá kommununi nakrantíð.
Men Rúni Thomsen sigur, at tey fóru undir hesa íløguna fyri at bøta um umstøðurnar hjá barnafamiljunum í kommununi, sum umframt Hvalba og Nes, eisini fevnir um Sandvík.
Rúni Thomsen sigur, at byggingin verður partvís fíggjað við skattainntøkum hjá kommununi, men tað slepst ikki undan at taka lán, tó at tað enn er óvist, hvussu stórt tað verður.
Tað er Tummas Niclasen, arkitektur, sum hevur teknað barnagarðin.
Niðanfyri eru fleiri myndir av hátíðarhaldinum, táið spakin var settur í. Myndirnar hevur Claus Olsen, tikið.