Amerikanski forsetin, Donald Trump, heldur fram við at leggja trýst á Danmark í spurninginum um Grønland.
Á Nato-toppfundi í Ankara segði Trump í dag, at spurningurin um Grønland er “eitt stórt problem fyri okkum”.
Útsøgnin kemur, eftir at hann týsdagin á veg inn til Nato-toppfundin endurtók, at USA ynskir at fáa “kontrol” yvir Grønlandi.
Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, hevur afturvíst hesum og staðfest, at Grønland ikki er til sølu.
Á veg inn til fundin í morgun varð hon eisini spurd, um Danmark er til reiðar at verja Grønland hernaðarliga.
– Sjálvandi eru vit til reiðar at verja Kongaríkið Danmark, segði Mette Frederiksen.
Trump hevur seinastu dagarnar fleiri ferðir reist kravið um størri amerikanska ávirkan á Grønlandi, hóast bæði danskir og grønlendskir myndugleikar hava víst hesum aftur.











