Trump legan í øðini

– Twitter hjálpir Biden í valinum

Trump legan er á gosi, eftir at Twitter hevur tikið avgerð at avmarkað útbreiðsluna av einari grein hjá New York Post á sosiala miðlinum.

Greinin vildi vera við, at Hunter Biden, sonur Joe Biden, nýtti pápa sín at leggja trýst á ukrainsku stjórnina at siga úr starvi ein ákæra, ið kannaði ukrainska orkufelagið, har Hunter Biden sat í nevndini.

Allir brúkarar, ið royndu at leggja greinina út á Twitter, fingu eini feilboð, ið søgdu, at gerðin kundi ikki fremjast, tí at talan var um møguliga skaðandi tilfar.

Trump viðhaldar eru sum vera man sera ónøgdir við støðuna og vilja vera við, at hetta er ein roynd at tryggja Biden undanvind í forsetavalinum.

Twitter hevur vart avgerðina við at siga, at tilfarið í greinini varð fingið til vega á illgrunasaman hátt. Sambært The Guardian var tilfarið í greinini tikið av einari teldu hjá Hunter Biden, sum hevði verið til umvæling í einum telduhandli, og hetta er ímóti politikkinum hjá Twitter um ikki at spjaða persónligt tilfar, ið er fingið til vega gjøgnum telduálop og líknandi.

Jack Dorsey, stjórin í Twitter, hevur kortini sagt, at kunningin um avgerðina hjá Twitter skuldi verið betri.