Tað sæst á beinleiðis stroyming frá Hvítu Húsunum.
Veitslan skuldi upprunaliga haldast 24. apríl, men varð avlýst, tá ein maður kom ígjøgnum trygdareftirlitið og skeyt fleiri skot.
– Eg eri fegin um at vera her. Tað eru nógv framúr fólk her. Mær dámar ikki øll, men eg virði tey flestu, segði Trump.
Veitslan varð hildin á hotellinum Waldorf Astoria í Washington.
Trump helt fram við fleiri skemtiligum viðmerkingum.
– Tit síggja øll sera væl út í kvøld. Eg veit, at tað ikki var lætt at finna skógvar, sum passaðu til skottryggu vestarnar. Nógv vildu heldur doyggja enn síggja 20 pund tyngri út, segði hann.
Hann skemtaði eisini um rapparan Nicki Minaj, sum hevur lýst sín stuðul til Trump.
Sambært forsetanum fór hon at twerka, tá fólk róptu "get down", eftir at skot hoyrdust í apríl. Orðingin merkir bæði at leggja seg niður og at dansa.
Trump hevði eisini spískar viðmerkingar um tónleikaran Bruce Springsteen, sum ofta hevur funnist at honum. Forsetin segði skemtandi, at konsertferðin hjá Springsteen nú eigur at eita Bored in the USA heldur enn Born in the USA.
Eisini umrøddi Trump stríðið við Iran og helt fast um, at Iran ynskir eina avtalu við USA, men enn ikki er til reiðar.
At enda tók hann fram aftur kjakið um eina møguliga triðju forsetasetu.
– Eins og við forsetatíðini er onnur ferð betri. Og triðja ferð er enn betri, segði Trump og legði beinanvegin afturat, at talan bara var um skemt.











