Trump stevnir New York Times fyri ærumeiðing

Donald Trump hevur stevnt The New York Times og krevur 95,1 milliardir krónur.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, stevnir The New York Times fyri 15 milliardir dollarar fyri bakvasking og ærumeiðing.

Tað skrivaði Trump týsdagin á sínum sosiala miðli, Truth Social.

- Í dag havi eg tann stóra heiður at leggja sak fyri bakvasking og ærumeiðing móti The New York Times fyri 15 milliardir dollarar.

- Eitt tað ringasta og mest degenereraða blaðið í søgu okkara, skrivar Donald Trump.

15 milliardir dollarar svarar til 95,1 milliardir krónur.

Republikanski forsetin heldur, at blaðið er vorðið eitt málgagn hjá demokratunum.

- Eg meti tað vera størsti ólógligi valstríðsstuðulin nakrantíð, skrivar Trump.

Samstundis heldur forsetin, at blaðið í áravís hevur skrivað lygisøgur um hann, familju hansara og vinnufyritøkur.

Rættarmálið er lagt fram í einum rætti í Florida.

 

/Ritzau/