Á einum tíðindafundi mánadagin, tá amerikanski forsetin legði eftir verjusamgonguni, Nato, endurtók hann ynskini um, at Grønland eigur at gerast ein partur av USA.
- Alt tað heila byrjaði við Grønlandi, um tit vilja hoyra sannleikan. Vit vilja hava Grønland. Tey vilja ikki geva okkum tað, og eg segði farvæl, segði hann á tíðindafundinum.
Grønlendska heimasíðan Sermitsiaq vísir á, at amerikanski forsetin aftur síðstu nátt nevndi Grønland - hesaferð í einum uppslagi á sínum sosiala miðli, Truth Social.
Uppslagið er lutfalsliga stutt, men skrivað við stórum bókstavum, og her leggur hann eisini eftir leiðsluni í verjusamgonguni, Nato.
Donald Trump skrivar:
- Nato var ikki har, tá vit høvdu brúk fyri teimum, og tey fara ikki at verða har, um vit fáa brúk fyri teimum aftur.
Og so legði amerikanski forsetin aftrat:
- Minnist Grønland, tað stóra, illa stýrda íspettið, skrivar Donald Trump.
Uppslagið hjá forsetanum á Truth Social kom eftir, at hann mikudagin hevði havt fund við Nato-aðalskrivaran, Mark Rutte í Washington, og hetta var eftir, at USA hevði gjørt eina fyribils vápnahvíldaravtalu við Iran.
Sambært Ritzau hevur Mark Rutte seinni sagt við CNN, at nøkur Nato-lond hava svikið i samband við støðuna í Miðeystri.
Sermitsiaq skrivar, at hetta er aðru ferð hesa vikuna, at Donald Trump dregur Gønland uppí, tá hann kemur við sínum atfinningum móti Nato.
- Hetta hendi eisini mánadagin, tá forsetin dró Grønland uppí sínar atfinningar móti Nato, sum annars snúðu seg um kríggið móti Iran, skrivar grønlendska heimasíðan.
Meira um hetta kann lesast á www.sermitsiaq.ag











