Truplir dystir til oddalilðini

Bæði kvinnur og menn hjá Mjølni skulu á útivølli royna seg móti liðum, sum royna at ota seg upp móti oddinum

Flogbóltur

Higartil í ár hava menninir hjá Mjølni verið mest sum einaráðandi í kappingini. Enn hava teir tó ikki leikt útidystirnar móti teimum liðum, sum royna at fylgja við í oddinum, og fyrsti av hesum dystum verður hetta vikuskiftið.
Leygardagin vitjar Mjølnir nevnliga hjá Fleyr, og her vil havnarliðið helst gera nógv, til tess at leggja forðingar fyri oddaliðnum.
Í hinum dystinum í mansdeildini skal SÍ á vitjan hjá Fram. Tann dysturin skuldi ikki givið sørvingum stórvegis trupulleikar.

Óstøðug Dráttur-avrik
Hjá kvinnunum verða sum vant tríggir dystir á skránni.
Oddaliðið úr Klaksvik skal hesaferð á vitjan hjá Drátti, ið hevur verið sera svingandi hetta kappingarárið. Seinast var tó um reppið, at tær tóku alt í Trongisvági, og kunnu tær finna spælið frá teimum báðum fyrstu settunum fram til hesa uppgerðina, so skal Mjølnir so avgjørt ikki rokna við nøkrum løttum dysti.
Í Hoyvíkarhøllini ætlar KÍF sær ivaleyst øll stigini, tá tær taka ímóti SÍ, og sunnudagin verður so seinasti dysturin, tá TB enn eianferð skal royna seg á heimavølli. Hesaferð móti ÍF.