Kalsoy: Nú eru næstan tvær vikur, síðani børn fóru aftur í skúla. Men í Kalsoynni eru tað framvegis átta børn, sum ikki ganga í skúla.
Hetta eru børnini á Trøllanesi, sum eru tikin úr skúlanum, tí foreldrini vilja hava skúlagongd aftur í Mikladali, soleiðis sum tey hava fingið lyfti um frá myndugleikunum.
Torbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismaður, hevur skotið upp, at samskiparin av Útoyggjaálitinum, Olga Biskopstø í Klaksvík, verður meklari í stríðnum, og sambært Dimmalætting er Olga sinnað fyri hesum.
Eingin dialogur
Foreldrini á Trøllanesi, halda, at tað verður trupult at finna eina loysn á staðnum. Tey hava roynt at fingið ein dialog í lag við bygdaráðið, men hendan royndin druknaði í kjaki um, hvussu nógv fólk skuldu vera á fundi, og um nakar uttanveltaður persónur skuldi verða hjástaddur.
Børnini á Trøllanesi hava onga frálæru fingið eftir summarfrítíðina, og hetta er við at gerast ein trupulleiki. Foreldrini hava roynt at fingið bøkur til børnini frá skúlanum, men hetta hava lokalu skúlamyndugleikarnir nokta teimum.
Tí fáa foreldrini ikki undirvíst børnunum heima sum er.