Kostnaðarstøðið
? Vit hava longu bundið okkum til at lækka skattin. So vit meta avgjørt, at vit hava nógv at tosa við fakfeløgini um.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, tekur fegin ímóti arbeiðarafeløgunum og arbeiðsgevarunum, biðja t ey um fund við Landsstýrið at tosa um kostnaðarstøðið í Føroyum.
Sum vit nevndu í Sosialinum í gjár, hava arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið tosað saman um at finna eitt felags útspæl, sum tey kunnu fara til landsstýrið við. Kjarnin í hesum útspælinum verður at royna at fáa eina greiða avtalu við landsstýrið um at lækka skattir og avgjøld.
Afturfyri skulu arbeiðarafeløgini lata vera við at seta so hørð lønarkrøv, sum tey annars vildu gjørt
Tað, sum er heilt avgerandi fyri arbeiðarafeløgini er, at keypiorkan veksur. Og tað kann hon einsvæl gera við eini skattalækking sum við eini lønarhækking.
Enn eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum ongan veg komnir við einum slíkum uppleggi til landsstýrið, men teir eru samdir at arbeiða víðari við hugskotinum fyri at vita, hvussu langt tað ber.
Skulu vera vælkomin
At fáa eina avtalu ímillum fakfeløgini og politiska myndugleikan um lønarlag og skattatrýst er nakað, sum politikarar hava sóknast eftir í nógv ár.
Og Løgmaður sigur eisini, at partarnir í arbeiðsmarknaðinum skulu vera vælkomnir í landsstýrið at umrøða støðuna.
Hann er eisini spentur at vita, hvørji ítøkilig uppskot partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava, skuldi tað komið hartil, at teir biðja um fund við landsstýrið um viðurskiftini.
? Hetta er avgjørt nakað, sum landsstýrið fer at taka væl ímóti.
Men Løgmaður ásannar samstundis beinanvegin, at sum støðan er, verður tað ómetaliga trupult at fáa serliga serliga avtalu við fakfeløgini um at lækka skattin.
? Samgongan hevur longu bundið seg til at lækka skattin tilsamans 240 milliónir í hesum valskeiðnum. Hendan skattalætta standa vit við, so vit meta avgjørt, at vit hava nógv at tosa við arbeiðarafeløgini um og at vit hava nógv at greiða teimum frá.
? Men vit vita eisini, at fíggjarlógini hevur stórt hall. Fyri at avmarka hallið, royna vit at spara alt tað, vit kunnu.
? Og tað verður ómetaliga trupult at skerja inntøkurnar hjá landskassanum meiri enn tað, uttan eisini at seta sparingar í verk fyri at skerja útreiðslurnar. Og hvar hesar serligu sparingarnar skulu gerast, dugi eg ikki at síggja við teimum ovurstóru trupulleikum, sum landskassin hevur at dragast við frammanundan, sigur løgmaður.
Sostatt sigur hann, at útyvir avtalaða skattalættan upp á 240 milliónir, verður tað ómetaliga trupult at fáa eina serliga avtalu ímillum landsstýrið og politiska myndugleikan um enn størri skattalækkingar og um at lækka almenn avgjøld.
? Hetta er ikki ein einfaldur spurningur, tí verða inntøkurnar hjá landskassanum skerdar við skattalækkingum og avgjaldslækkingum, mugu sparingar gerast. Inntøkur og útreiðslur hjá landskassanum mugu eisini lagast til hvørt annað, tí hallið á fíggjarlógini má avmarkast mest møguligt og helst skal tað heilt burtur.
Má ikki verða ein undanførsla
Annars ásannar løgmaður, at tað høga kostnaðarstøðið er ein trupulleiki hjá vinnuni.
Men hann heldur eisini, at tað høga kostnaðarstøðið eigur heldur ikki verða ein undanførsla fyri ikki at hugsa nýtt í vinnuni.
? Spurningurin er eisini, um kappingarførið eigur at fáa skyldina fyri allar trupulleikarnar hjá vinnuni.
Hann spyr um tað er rætt at geva kappingarførinum skyldina fyri allan fiskin, sum floymir á marknaðin úr Kina. Hann spyr eisini um tað er rætt at geva kappingarførinum skyldina fyri allan fiskin, sum fer óvirkaður av landinum.
?Spurningurin er, hvat vit skulu samanbera okkum við. Tað er væl ongin, sum heldur, at vit skulu niður á skotskt ella kinesiskt lønarlag.
? Er tað hetta, sum vit skulu í holt við, er tað longu greitt, at uppgávan størri, enn vit makta.
Løgmaður heldur, at vit hinvegin eiga at leggja okkum eftir at leggja vinnuna um og at gera okkum dugnaligari til at hava vinnuna gangandi við tí kappingarføri, vit hava.
? Hóast alt hava vit stórar fyrimunir. Vit liggja mitt í fiskiríkidøminum og tað er lutfalsliga stutt á marknaðin. Málið hjá okkum má tí vera at gagnnýta teir fyrimunirnar, vit hava, til fulnar við at komið á marknaðin við spillfeskum fiski at kalla hvønn dag.
? Tað ræður um at gera vørur, sum ongin annar kann gera betri enn vit!
Løgmaður sigur, at hetta eru alt viðurskifti, sum vinnulívmenn hava umrøtt nógvar ferðir í seinastuni.
Men hann er eisini samdur í, at skal hetta bera til, verður neyðugt við betri sambandi ímillum Føroya og umheimin.
? Eitt nú hevði betri flogsamband verið ein stórur fyrimunur so at tað kundi borið til at flogið feskan fisk á marknaðin.
? Tað hava íslendingar gjørt leingi, men vit eru ikki so frægt sum byrjað.
Somuleiðis heldur hann, at betri sjóvegis samband til Skotlands hevði verið ein fyrimunur
Kortini sigur hann, at politiskt fyriliggur onki fyri at bøta um hesi viðurskiftini.
? Flogvøllurin er danskt málsøki og enn hevur ikki eydnast at fáa eina avtalu við danir um at yvirtaka hann, so enn veit løgmaður ikki, hvat hendir á tí økinum.
Men hann heldur tó, at tað eigur at verða eitt politiskt mál at gera nakað við hesi viðurskiftini.