Trý fólk deyð eftir av stórari aldu á Tenerife

Trý fólk hava latið lív, eftir at ein risastór alda rakti suðurstrondina á sponsku frítíðaroynni Tenerife. Fleiri eru flogin við tyrlu á sjúkrahús.

Tað er ikki óvanligt, at Tenerife verður rakt av harðligum veðri og stórum aldum. Fyrst í november doyðu trý fólk og fleiri fingu skaða, eftir at ein stór alda rakti eina bryggju. (Savnsmynd). - Mynd: Desiree Martin/Ritzau Scanpix

Í minsta lagi trý fólk hava latið lív og fleiri hava fingið skaða, eftir at ein risastór alda rakti suðurstrondina á sponsku frítíðaroynni Tenerife.

Tað upplýsa myndugleikarnir á staðnum, sambært spanska blaðnum El País.

Ein persónur er endurlívgaður eftir hjartasteðg og er flogin við tyrlu til Hospital de la Candelaria saman við trimum øðrum særdum fólkum.

Myndugleikarnir í oynni hava seinastu dagarnar aktiverað økta tilbúgving á strondunum orsakað av illveðrinum, skrivar El País.

Fyrst í november doyðu eisini trý fólk, eftir at oyggin varð rakt av ringum veðri og risastórum aldum.

Tenerife liggur í Atlantshavinum vestan fyri strondina í Afrika. Næstan ein millión fólk búgva á oynni.

/Ritzau/