Myndin úr Zaporizjzja hevur ikki samband við álopið í dag. Hon er frá einum øðrum álopi á býin. Russar hava ongantíð megnað at tikið býin, tó at hann ikki liggur langt frá hermótinum.

Trý fólk lótu lív í Zaporizjzja

Russiski herurin hevur ongantíð megnað at tikið sjálvan býin, Zaporizjzja, men russar hava leingi havt valdið í einum stórum parti av Zaporizjzja-regiónini.

Myndin úr Zaporizjzja hevur ikki samband við álopið í dag. Hon er frá einum øðrum álopi á býin. Russar hava ongantíð megnað at tikið býin, tó at hann ikki liggur langt frá hermótinum.

Aftur í dag hava russisku álopini kostað sivil mannalív í Ukraina.

 

Ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, sigur, at trý sivilfólk lótu lív í einum álopi á býin, Zaporizjzja.

 

Tað veit tíðindastovan AFP at siga.

 

Lokalu myndugleikarnir í býnum siga, at umframt tey deyðu, eru fleiri løstað í russisku álopunum.

 

Lagt verður aftrat, at álopini raktu eitt íbúðarøki í Zaporizjzja.

 

Russiski herurin hevur ongantíð megnað at tikið sjálvan býin, Zaporizjzja.

 

Hinvegin hava russar leingi havt valdið í einum stórum parti av Zaporizjzja-regiónini.

 

##med2##

 

Myndin úr Zaporizjzja hevur ikki samband við álopið í dag. Hon er frá einum øðrum álopi á býin. Russar hava ongantíð megnað at tikið býin, tó at hann ikki liggur langt frá hermótinum.

Her sæst, hvar býurin, Zaporizjzja, liggur. Í Enerhodar liggur stóra kjarnorkuverkið. Kortið er ikki dagført.