Kveik.fo er nýggjur portalur, ið hevur sum endamál at gera kvinnuliga tilfeingið í føroyska samfelagnum meira sjónligt, soleiðis at lættari verður at fáa gagnnýtt hetta týðandi vitanartilfeingið í samfelagnum. Harvið vil portalurin kveikja undir størri javnstøðu.
Tryggingarfelagið Føroyar er – saman við EIK – høvuðsstuðul hjá hesum portali.
Javnstøða í vinnulívinum versnar
Javnstøðan í føroyskum fyritøkum er versnað seinastu árini. Hetta vísir kanning, ið Vinnuvitan lat gera herfyri. Meðan tað í 2005 vóru uml. 1800 mannligir og 300 kvinnuligir stjórar í øllum smáparta- og partafeløgum í Føroyum, so er hetta talið í 2007 broytt til 2300 mannligir og 300 kvinnuligir stjórar tvs. 88,5% menn og 11,5% kvinnur. Verður hugt at nevndarsessum í føroyskum fyritøkum er kynsbýtið nærum eins skeivt.
Vinnan missur vitan og kappingarføri
- Nýggjasta kanningin av javnstøðuni í føroyskum vinnulívi vísir, at føroyskt vinnulív ikki í nóg stóran mun gagnnýtir alt tað føroyska vitanartilfeingið og harvið missir atgongd til týðandi nýhugsan, fjølbroytni og vitan. Hetta merkir í seinasta enda, at vit ikki eru so kappingarfør sum vit kundu verið, og er hetta stórt spell. Hetta er eisini óneyðugt, tí í Føroyum eru hópurin av vælkvalifiseraðum kvinnum”, sigur Edvard Heen, varastjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar.
Kveik.fo kveikja javnstøðu og framburð
- Kveik.fo kann kveikja undir, at føroyskt vinnulív og føroyska samfelagið í størri mun fara at gagnnýta alt tað føroyska vitanartilfeingið og harvið økja um vøksturin og betra kappingarførið – og vil Tryggingarfelagið Føroyar við stuðli sínum verða við til at tryggja at so verður. Tað fegnast vit sjálvandi um, sigur Edvard Heen, varastjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar.