Heini Olsen kom sera sterkt aftur eftir vónbrotið í gjár, tá IM-vónin slóknaði á hesum sinni. Í einum sera undirhaldandi og offensivum talvi kveistraði Heini, við hvíta fólkinum, finska altjóða meistaran av borðinum. Harvið vísti Heini enn einaferð, at dygdunum bilar ikki, men hinvegin er tað teir kendu marginalarnir sum ikki vóru við hesuferð í IM-jagstranini. Næsta høvið verður Talvolympiadan í Dresden um ein góðan mánað.
Olaf Berg hevur av álvara fótað sær í kappingini, tá hann uttan stórvegis hóvasták helt javnleikin, við svarta fólkinum, ímóti danska altjóða meistaranum Esben Lund, sum higartil hevur havt eina sera góðan kapping. Esben hevur telvað 8. umfør uttan tap.
Enski stórmeistarin GM Gawain Jones var, eins og Heini, í sonnum talvhýri, tá hann vann á Martini Poulsen.
Úrslitini frá 8. umfari:
IM E. Lund ? Olaf Berg ½-½
GM G. Jones ? Martin Poulsen 1-0
GM M. Grabarczyk - FM D. Semcesen ½-½
GM R. Åkesson ? GM S. Sulskis ½-½
FM Heini Olsen - T. Sammalvuo 1-0
9. og seinasta umfar verður telvað kl. 09.30 leygarmorgunin. Stutt eftir, kl. 10.00, verður seinasta tiltak í Talvfestivalinum í Klaksvík sett í gongd við Grand Prix Snarkapping.
Martin Poulsen telvar, við hvíta fólkinum, ímóti Heina Olsen, meðan Olaf Berg hevur hvíta fólkið í móti GM Gawain Jones.
GM Sarunas Sulkis er framvegis á odda í kappingini við 6 stigum. Heini Olsen hevur 3½ stig, Martin Poulsen 2 stig og Olaf Berg 1½ stig.
Fylgið LIVE-dekninginum á: www.faroechess.com