Útselt í Havn

Fyrireikingarnar av konsertini við Bryan Adams síggjast nú eisini á Tórsvølli. Alt bendir á, at øll atgongumerkini verða seld

Við Tórsvøll í Havn eru menn í fullari ferð við at rigga pall og annað til, nú bert góð tvey samdøgur eru eftir, áðrenn Bryan Adams fer á pallin.

- Vøllurin verður nú sligin fyri seinastu ferð, og so fara vit at seta pallin upp og leggja gáolv á. Hetta arbeiðið byrjar væntandi um middagsleitið, sigur Dennis Holm, sum er ein av fyrireikarunum.

 

Og alt bendir á, at talan verður um fult stadion, tá canadiumaðurin traðkar á pallin mikukvøldið. Í løtuni eru 5.100 atgongumerki seld, men greið tekin eru um, at seinastu atgongumerkini verða seld undan mikukvøldinum. Í Kunngarstovuni í Havn eru eingi atgongumerki eftir, og tó at onkrar restir frá øðrum sølustøðum verða at fáa í høvuðsstaðnum eftir døgurða, so er áhugin helst størri enn so. Netsølan av atongumerkjum steðgaði í farnu viku, men enn ber so til at keypa atgongumerki á kunningastovunum í Vági, Runavík og Klaksvík ? og altso í Havn eftir døgurða í dag.