Øll skipini hjá Thor eru sunnanfyri ekvator, har tey eru í frálandavinnuni. Vanliga eru manningarnar burtur í seks vikur.
Hann vísir á, at tað ber ikki til at gera manningarskiftingar í dag, tí at tað er eingin flúgving millum heimspartarnar, har manningarnar eru, og so her í Evropa.
– Vit vita ikki enn, hvat fer at henda. Tað er ein heilt serlig støða, sigur hann.
Hann vísir tó á, at gerandisdagurin er tann sami umborð á feltinum.
– Tá ið skipini koma í havn, sleppa menn tó ikki í land. Strangar reglur eru fyri, til dømis tá ið útgerð skal umborð, sigur reiðarin á Thor.
Í gjár kunngjørdir Skansi Offshore, at teir hava tikið ta óvanligu loysnina í brúk at skifta manning við bryggju í Føroyum.
Lurtið eftir allari samrøðuni við Hans Andrias Kelduberg.