Útskiftingin í Uppsalahaga endað

Útskiftingarnevndin fyri Uppsalahaga í Klaksvík, gjørdi 24. juni úrskurð í málinum. Hagin, ið var 15 ½ mørk, er lagdur sundur í tríggjar hagar, ein ognarhagi og tveir festihagar

Eftir útskiftingina verður Uppsalahagi 11 merkur, ogn og varðveitur navnið. Festihagarnir eru Heimistovuhagi 2 ½ mørk og Stovugarðshagi 2. merkur, skrivar Umhvørvisstovan.

Innlagt er eitt 12,4 ha stórt øki, 500 fermetrar til gyllina. Økið er á Fløtum og út á Fitjastein.

Orsøkin til sundurbýtingina er, at hagin er stórur og eigararnir nógvir. Fyrsti útskiftingarfundur var mánadagin 16. juli 2018 og fleiri hava verið síðani.

Eigararnir hava tríggjar mánaðir at kæra úrskurðin í. Kærast kann til Yvirútskiftingarnevdina við sorinskrivaranum sum formanni.

Útskiftingarskjølini liggja frammi á kommunuskrivstovuni í Klaksvík, á Umhvørvisstovuni og heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni til kærufreistin er úti.

##med2##