Róðrarsambandið hevur nú gjørt av, hvussu berast skal í bandi, tá bestu føroysku innandurarógvararnir skulu finnast.
Drekin.fo veit at siga, at skipað verður fyri serstakari innandurakapping í vetur, har bestu rógvararnir kunnu vinna sær pláss í norðurlendsku kappingini. Íalt hava Føroyar fingið átta pláss í kappingini, og lítil ivi er um, at hetta verður stór gularót hjá sterkastu føroysku rógvarunum, nú uttandurarógvingin fer í hálvt ára frí eftir ólavsøkuna.