- Tú kanst ikki sita í Danmark og merkja Føroyar

- Týdningarmesta uppgáva mín er at skilja føroyingar. Eg fati tykkum sum mínar viðleikarar,tá tað snýr seg um at greiða dønum frá føroyskum sjónarmiðum, soleiðis, at teir skilja veruleikan her á landi, sigur ríkisumboðsmaðurin


Ríkisumboðsmaðurin er blíð og fyrikomandi, og svarar øllum spurningum, tó at tú hevur varhugan av, at hon ongantíð fer út um markið, sum er sømiligt í hesum starvi.

Spurd, um hon ikki hevur sína persónligu uppfatan av føroysku/donsku málunum, svarar hon, at tað hevur hon, men at tað ikki kemur málinum við.

- Í míni útbúgving sum løgfrøðingur, lærdi eg øll árini, at skúgva míni persónligu sjónarmið til viks.

- Mín yrkislærda venjing er, at um eg merki at míni persónligu sjónarmið koma til sjónar, at vera serliga varin, sigur Vibeke Larsen.

Hon hevur nú virkað sum ríkisumboðsmaður í Føroyum í góð tvey ár. Nógv vatn er runnið í ánna síðani hon kom hendavegin - bæði av samfelagsligum og politiskum týdningi fyri viðurskiftini millum Danmark og Føroyar.


Virði at kenna sín søguliga uppruna

- Hvat virði er í felagsskapinum, og hvussu fremur tú tað í tínum arbeiði?

- Tað hevur altíð stórt virði at kenna sín søguliga uppruna, sum í okkara føri stavar frá seinasta parti av Kalmar-uniónini.

Hetta samband er tí søguliga ógvuliga virðismikið, og átti av røttum at verið positivt. At stórir mótsetningar eru innan felagsskapin, nýtist ikki at vera ein bági, men kann eins væl verða eitt virði í sjálvm sær.

- Eg hugsi eisini, at hetta kann førast yvir á politisku skipaninar í londunum báðum, um tú vilt, sigur Vibeke Larsen.

Spurd, um tað hevur nakað virði fyri Danmark, sigur ríkisumboðsmaðurin, at tað hevur tað so avgjørt. Ikki minst hevur ríkisfelagsskapurin týdning, nú ES-felagsskapurin fyllir so nógv, at vit eisini venda okkum aðrar vegir.

Ein kanning í Politiken vísir, at danir eru fyri ríkisfelagsskapinum.

- Tá danir herfyri vóru spurdir, um teir vóru fyri ríkisfelagsskapinum millum Danmark og Føroyar, svaraðu tey flestu, at ríkisfelagsskapurin skuldi varðveitast.


Danir hugsa ikki um Føroyar sum lítið land

- Tað hava verið dagar, tá danir avgjørt ikki vildu vita av Føroyum?

- Tað er rætt, men tað var ein stórur skelkur, tá tað frættist í Danmark, at tað gekk so illa búskaparliga í Føroyum.

- Um vit fara aftur í tíðina í áttatiárunum, so fingu danir ?kartoffelkuren³, sum gjørdi, at nógv fólk noyddust at fara frá húsi og heimi. Somu árini hoyrdu vit um, hvussu øll livdu yvir evni í Føroyum.

- Tað er greitt, at tá komu nógvar kenslur fram báðar vegir í fólkinum, men kortini síggja danir virðini í at varðveita ríkisfelagsskapin millum londini, sigur ríkisumboðsmaðurin.

- Er tað okkara lutur sum ?lítlibeiggi³ í felagsskapinum at verða við undirlutan?

- Tá vit tosa um stødd á londunum báðum, so hugsa danir als ikki um, at Føroyar eru so fámentar. Fyri teimum eru londini á somu stødd.

Tá donsk bløð og fjølmiðlar viðgera føroysk mál, so verður ofta gjørt nógv burturúr smálutum. Hugsað verður ikki um heildina. Fjølmiðlarnir hava ikki skil fyri umstøðunum í Føroyum, og tí verður tað, ið kemur fram, ofta tulkað sum sjónarmið hjá danska fólkinum, og tað hevur ikki gjørt sambandið lættari.

- Hinvegin, so verða bløðini frá í gjár ballað um fiski í morgin. Tá samanum kemur, hevur tað ongan týdning fyri heildina.


Lívligt í tinginum

Ein partur av arbeiðinum hjá ríkisumboðsmanninum er at vera hjástødd, tá tingið er saman. Tað dámar henni væl, tí tingið er so lívligt. Ríkisumboðsmaðurin sammetir føroysku parlamentarismuna við hana í enska undirhúsinum.

Donsku tinglimirnir hinvegin, akta nógv betur í Fólkatinginum. Tað ger Fólkatingið meira stírvið og keðiligt.

- Í fyrstuni var eg í tinginum hvørja ferð, og har lærdi eg málið, men nú hyggi eg at dagsskránni, áðrenn eg fari í tingið.

Tað er ofta áhugavert at vera eygleiðari, men tá bløðini og fjølmiðalrnir eru til staðar, skulu allir tinglimir á røðarapallin. Tað kann vera møðsamt at sita so leingi, um bert fjas kemur burturúr.


Fiskivinnan og danski landbúnaðurin

- Serliga tá orðaskifti er um fiskivinnuna, sum hevur so stóran týdning, kundi eg skrivað frágreiðing framman undan, tí eg veit, hvat tfer at verða sagt.

- Tað skilji eg eisini væl, tí hetta er livibreyðið hjá flestu føroyingum, men málið stendur í stað.

- Hvat siga danir til, at politikarar ikki kunnu semjast um ein skipan fiskivinnupolitk?

- Hesir trupulleikar kunnu sammetast við teir í landbúnaðarvinnuni í Danmark. Bert er landbúnaður ikki livibreyð hjá so nógvum dønum, men felags er, at hetta er sami lívsháttur, á hædd við fiskivinnuna í Føroyum.

- Trupulleikin er bert, at landbúnaðarvinnan ikki hevur so framstandandi týdning í Danmark, av tí at vit hava aðrar vinnur, sum kunnu stuðla landbúnaðinum, meðan vit onga vinnu hava, sum kann stuðla fiskivinnuni í Føroyum.


Eg skilji væl støðuna í fiskivinnupolitikkinum

- Tað undrar meg als ikki, at tað er so torført hjá føroyingum at semjast um fiskivinnu broytingarnar. Tað tók fleiri tíggjuár at broyta bygnaðin í danska landbúnaðarvinnuni, sigur Vibeke Larsen.

- Ert tú umboð fyri Danmark í Føroyum, ella umboð fyri Føroyar í Danmark?

- Eg umboði alt ríkið, men sjálvandi fyrst og fremst í viðurskiftum millum londini bæði. Tað merkir, at eg skal kunna um og greiða frá sjónarmiðunum í londunum báðum, og rudda møguligar misskiljingar burtur o.s.fr..

- Er tað torført?

- Nei, als ikki. Frá føroyskari síðu havi eg fingið stóra vælvild, og hóast nógv orðaskifti móti donsku stjórnini hava verið í tinginum, so hava politikarar ongantíð brúkt tað móti mær persónliga.

- Tá eg nú eru sett sum ríkisumboð í Føroyum, so er tað fyri at hava eitt umboð, sum lurtar eftir tí, sum føroyingar hava at siga.

- Tað hevur verið uppá tal at flyta ríkisumboðsstovnin til Danmarkar, men tað vendu donsku embætismenninir í Stjórnarmálaráðnum sær harðliga ímóti, tí tú kanst ikki sita í Danmark og merkja, hvat fyriferst i Føroyum, sigur Vibeke Larsen.


Danska embætismannaverkið

- Er danska embætismannaveldið ikki júst ein trupulleiki í føroyskum viðurskiftum?

- Nei, tað haldi eg ikki. Danskir embætismenn arbeiða bert nógv øðrvísi enn teir føroysku. Teirra skipan er bert eitt meira ?topptunað³ embætismannaverk, í mun til tað føroyska, men teir hava avgjørt einki gjørt fyri at sýna illvilja.

- Hvussu nógv vita danskir politikarar, her íroknað forsætisráðharrin og hinir ráðharrar um føroysk viðurskifti?

- Heimastýrisskipanin er undir Stjórnarmálaráðnum. Embætismenninir kunna forsætisráðharran um viðurskiftini í Føroyum, og hóast teir ikki fara í smálutir, so haldi eg, at Nyrup Rasmussen, hevur breiða vitan um tað, sum fyriferst í Føroyum. Tað hava hinir ráðharrarnir eisini, sum hava við føroysk viðurskifti í sínum málsøki.

- Heimastýrisskipanin er ein karmur, sum politikararnir gera. Síðan eru tað embætismenninir ið fylla karmarnar út. Teir kunnu ikki fara út um markið, sum embætismannaskipanin loyvir teimum. Gera teir tað, verða teir koydir frá. Tí er eingin vandi fyri, at embætismenn gera nakað, sum teir ikki hava heimild til, sigur Vibeke Larsen.


Samband er alla tíðina millum londini

- Er tað ikki løgið, at danska stjórnin hevur sýnt Føroyum so lítlan áhuga, og ikki hava vitjað seinastu árini, nú viðurskiftini hava verið so ógreið?

- Tað merkir kortini ikki, at einki samband er. Vit kunna støðugt embætisfólk og ráðharrar, og teir fáa vitan um tað, sum stendur í bløðunum og fjølmiðlunum. Donsk embætisfólk vitja her í arbeiðsørindum, og hitta sínar starvsfelagar, eins og ráðgevandi nevndin vitjar, og tosar við vinnulívsfólk o.o. í samfelagnum.

- Vit kunnu altíð kjakast um, hvørt sambandið átti at verið størri, men so krevst ein skipað fundardagsskrá fyri, hvat teir skulu gera her, sigur Vibeke Larsen.

Um sín leiklur, sigur Vibeke Larsen, at hon skal kunna bæði føroyingar og danir. Jú meir partarnir vita um viðurskiftini í báðum londum, tess betur skilja teir hvønn annan.

-Av tí at talan er um kunning báðar vegir, er ikki talan um, at eg virki sum njósnari. Heldur virki eg sum vanligur embætsimaður, ið er millumlið, og um neyðugt boðberi millum løgmann og forsætisráðharran.

- Eg kann gera hetta arbeiði so sum eg sjálv haldi vera best, sigur ríkisumboðsmaðurin.

- Heldur tú at ríkisfelagsskapurin hevur lív lagað?

- Eingin kann gita sær til, hvat stendur á næstu síðu í bókini. Tá eg ?lesi³ í bókini um ríkisfelagsskapin, so havi eg varhugan av, at eg veit, hvønn veg tað ber.


Ríkisfelagsskapurin verður ikki avtikin

- Soleiðis sum eg fati tað, so er einki sum týður uppá, at vit standa fyri at avtaka ríkisfelagsskapin, men at skipanin verður kanska broytt. Tað er heilt náttúrligt, og hevur einki við grundarlagið í ríkisfelagsskapinum at gera.

- Vit eru tvey ymisk fólkasløg, við hvør sínum eyðkenni, sum hava brúk fyri felagsskapinum. Eitt nú eru nógvar familjur giftar við hvør øðrum. Hóast nógvir føroyingar búgva í Danmark, so gerast teir harfyri ikki danir. Teir eru frameftir føroyingar. Tað er hvør sín fólkasál í londunu báðum, sum hava brúk fyri felagsskapinum.


Eg skilji føroysku fólkasálina betur nú

- Heldur tú, at tú hevur lært føroysku fólkasálina at kenna?

- Tað dugi eg ikki at siga, men við árunum, hendir tað ikki so ofta, at eg verði bilsin av tí, sum fyriferst. - Jú, tað kann hugsast, at eg skilji føroyingar betur.

Sjáv eri eg uppvaksin við Tønder í Suðurjútlandi, í láglendi við sjógvin, har tað er náttúran, sum stýrir menniskjunum, eins og í Føroyum.


Náttúran skapar menniskjuni

- Eg eri sannførd um, at menniskjuni verða skapað ella formað eftir landslagnum, tey verða uppald í, sigur Vibeke Larsen. Hon greiðir frá ferð úti í Fugloy, har skiparin hevði sitið sjóvarfallið av sær.

Ferðin gjørdist dramatisk, og ríkisumboðsmaðurin samanber hetta við kensluna av ótryggleika heima, har tey ofta noyddust at flýggja heimanífrá undan vatnflóðini.

- Um ikki føroyska fólkasálin er skapt av teimum náttúrugivnu umstøðunum í Føroyum, so veit eg ikki, hvussu føroyingar annars høvdu megnað at liva á hesum klettunum, sigur Vibeke Larsen.