Tunglyndi valdar í okkara fiskivinnu

Seinnapartin seinasta fríggjadag skipaði Farec fyri ráðstevnu í útvarpshøllini um oljuprísir undir heitinum, "Oljuprísir  enn ein avbjóðing"

Seminar

Tað vóru búskaparfrøðingarnir, Óli Samró, sum stendur aftanfyri Farec, Teitur Poulsen, sum starvast hjá Faroe Petroleum og Magni Laksafoss, sum starvast við Fróðskaparsetur Føroya, ið viðgjørdu spurningin, hvussu oljuprísirnir kunnu ávirka fiskivinnuna og føroyska búskapin komandi árini.
Uppgávan hjá Teiti var at meta um útlitini fyri oljuprísunum í komandi tíðum og helt fyri, at samfelagið noyðist at laga seg eftir einum høgum oljukostnaði í framtíðini.
Í síni viðgerð lýsti hann útboð, eftirspurning og møguleikarnar at finna nýggjar keldur.
Óli Samró kom við sínum metingum um, hvussu oljuprísirnir fara at ávirka raksturin hjá føroyska fiskiskipaflotanum tey næstu árini, og við grundarlagi í dátugrunninum, "Nemo" og roknskapartølum fyri føroyska fiskiflotan gjørdi hann sínar metingar um úrslitini hjá ymisku veiðibólkunum.
Magni Laksafoss, sum í løtuni granskar sambandið millum oljuprísir og føroyskan búskap, metti um, hvussu oljuprísurin kemur at ávirka føroyska búskapin.
Eftir framløgurnar, hevði Hákun Djurhuus, stjóri á Shell, eina stutta frágreiðing um olju og oljuprísir, og síðan var orðaskifti við Hákuni Djurhuus, Bergi Poulsen, stjóra á Havsbrún og teimum, sum høvdu havt framløgurnar, við pallborðið.
Orðstýrari á fundinum var Jóhan Mortensen, útvarpsmaður.

Lítil tillaging
Farec, sum skipaði fyri seminarinum, metir, at Føroyar ikki hava lagað seg eftir broyttu umstøðunum í heimssamfelagnum.
- Livistøðið er á veg at lækka munandi, kanska niður í eina helvt av tí í Íslandi og Danmark um fá ár.
Farec vísir á, at búskaparfrøðingar í nógv ár hava tosað um "tillagingar, men lítlar og ongar tillagingar eru hendar í nógv ár.
- Tey, sum ikki virka í vinnuni, síggja ongar tillagingar. Tey spyrja, hvar alternativini eru, og hví tey lærdu fólkini ongar tillaging fremja.
Farec heldur, at tunglyndi er yvir fiskivinnuni.

Nýggj seminarrøð
Í vetur fer Farec undir eina nýggja seminarrøð, har spurningurin um tillaging verður viðgjørdur. Heitið á røðini verður: "Tillaging til heimssamfelagið - eitt gandaorð ella ein trongdur veruleiki".
- Løgmaður hevur sett eina 2015-ætlan út í kortið, har málið er, at Føroyar skulu í fremstu røð.
Farec fer at varpa ljós á ávirkanina, sum globaliseringin og broytingarnar í altjóða búskapinum hava á Føroyar.
- Hetta er ein stór avbjóðing, metir Farec.
Millum tey evni, sum verða viðgjørd á seminarunum í vetur, eru hesi:
 Hvat og hvørjum liva vit av nú  og hvørjum skulu vit liva av í framtíðini?
 Er fiskivinnan liðug?
 Hvussu fyribyrgja vit, at livistøðið í Føroyum verður helvtina av tí, tað er í Íslandi og Danmark?
 Er nakar møguleiki uttanfyri ES  og er EFTA loysnin?
 Hava fakfeløg ov stóra makt í mun til politikarar og vinnulívsfólk?
 Kann tann breiðkandi gjógvin millum samfelagsbólkar steðgast?
 Koma útlendingar at eiga enn meira av føroyskari vinnu?
 Hví hava føroysk virkir lítið og einki virksemið uttanfyri landoddarnar?