Fótbóltur
Tað man vera sjáldan, at tølini í einum somikið trivaligum sigri sum 5-0 ikki geva eina rættvísandi mynd av dystinum. Men tað gera tey ikki, tá talan er um dystin millum HB og EB/Streym sunnudagin. Ikki tí, sum spæli og málmøguleikarnir gjørdust seinasta hálva tíman ella so, kundi sigurin hjá HB eins væl verið størri, men fyrstu løtuna var tað lítið, sum bendi á, at hetta skuldi gerast søgan fyri dystin.
Misnýttir møguleikar
Fyrstu løtuna vóru tað tvørtur ímóti gestirnir, sum høvdu nógv meira bit í sínum spæli. Kanska hevði sigurin í Havn fyrr í ár eisini givið teimum nakað av sálarligari barlast, og hinvegin tóktust teir hjá HB eisini at hava stóra virðing fyri mótstøðuni fyrstu longu løtuna.
Og reyð/svørtu viðhaldsfólkini høvdu eisini alla orsøk at óttast. Hans Pauli Samuelsen gav ein forsmakk uppá, hvat HB kundi rokna við, tá hann gjørdist einsamallur eftir at Rani Christiansen hevði heilkiksað, men veika skotið endaði beint á Bárði Johannesen. Sami Bárður, sum annars var vorðin pápi fyri aðru ferð hálvt samdøgur undan dystinum, var eisini fyrst og fremst maðurin, sum HB mátti seta álitið á.
Tað stóð nevnliga heilt nógv á, tá Sorin Anghel eftir knøppum 20 varð rendu um koll av HB-málverjanum. Gomul heimaráð innan fótbólt siga annars frá, at brotssparksskjúttin ongan tíð skal vera tann sami, sum fekk brotssparkið, men tað legði rumenski álopsmaðurin vertin á. Hann tók sær sjálvur av skotinum, men Bárður gitt rætt og helt skotinum, sum Anghel skeyt úr ellivu metrum.
Punkteraðu
Tvær ferðir afturat vóru av álvara boð eftir Bárði. Fyrru ferðina, tá Magni á Lakjuni bendi fríspark úr 18 metrum upp móti málhorninum, og aðru ferð, tá sami Magni sera frekt royndi seg við skoti úr spískum.
Hetta seinna var eisini tað seinasta, sum sást til EB/Streym í dystinum. Upp á eftirfylgjandi mótálopið fekk Rógvi Jacobsen spælt Andrew av Fløtum leysum, og hesin kvittaði við at smekka bóltin flatt í kassan.
Hetta punkteraði EB/Streym fullkomuliga. HB tók nú alt meira yvir. Ikki minst á mi´vøllinum, har Rógvi Jacobsen til tíðir fekk áskoðararnar at gloyma alt um, at Rúni Nolsøe vegna skaða ikki fekk tikið lut í dystinum.
Talan var kanska ikki um teir heilt nógvu møguleikarnar, men HB hevði nú heldur ikki fyri neyðini at trýsta spælið niðan. Heldur hugsaðu teir um at halda bóltin gangandi í egnari røð, soleiðis at mótstøðan skuldi møðast sum mest, áðrenn teir í steðginum kundu fáa nýggja luft.
Grundað á gongdina fyrra umfarið, so var kanska væntandi, at EB/Streymur fór at leggja hart út eftir steðgin. Tað gjørdu teir sum so eisini, og teir vóru eisini hampuliga nær við, tá Sorin Anghel royndi seg við skoti, men hetta bar samstundis nakrar veikleikar á liðnum við sær.
Fyrst og fremst tað, at annars sterka organisatiónin á liðnum fór sundur. Keturnar fingust ikki á sama hátt at hanga saman, og tá so er, so merkist tað heilt væl móti einum liði sum HB, har einstaklingarnir hvør sær eru betri leikarar enn teir eru hjá EB/Streymi.
Og tað gekk heldur ikki leingi, so hevði HB fingið løn fyri hetta, tá Símun Eliasen fekk fótin á eftir horna og klumpspæl, og so var vegurin klárur hjá HB. Karsten From kundi økja lítla løtu seinni, tá Rógvi Jacobsen spældi hann leysin inni undir málinum, og nakað seinni var tað Andrew av Fløtum, sum stakk bóltin inn um verjuna til kvika danska álopsmannin.
Eftir hetta var tað ikki tað stóra, sum hendi í dystinum. EB/Streymur royndi kanska framvegis at trýsta spælið nakað niðan, men hetta gekst einki, og hinvegin kundi HB við størri neyvleika væl havt skotið fleiri mál. Tað bleiv tó bert til eitt av slagnum, tá Rókur F. Jespersen átti seinasta fótin eftir frísparksinnlegg.
Fyri HB bar sigurin sjálvandi fyrst og fremst við sær, at teir framvegis eru í oddinum, har teir nú eisini eru liðið við besta málmuninum. Men umframt tað, so førdi dysturin kanska eisini nakrar aðrar sannleikar við sær. á Veikaru síðuni var tað kanska fyrst og fremst, hvussu stórar veikleikar liðið sýndi, tá mótstøðan hevði dirvi og orku at leggja eitt skipað trýst á liðið. Var tað ikki fyri Bárð Johannesen í málinum, so hevði EB/Streymur uttan iva verið á odda tíðliga í dystinum, og so er ilt at siga, hvønn veg tað hevði borið.
Frameftir vøllinum sýndu havnarmenninir tó gott spæl, tá teri fyrst fingu skil á hetta. Ikki minst mundi tað vera hugaligt hjá venjaranum at staðfesta, at Rógvi Jacobsen tók yvir stýrandi leiklutin hjá Rúna Nolsøe. Rógvi var snøgt sagt nógv tann besti leikarin á vøllinum hendan dagin, og eini 90% av álopsspælinum hjá HB mundu ganga umvegis føtur hansara.
Sálarsjúka
Hjá EB/Streymi mundi dysturin kennast sum ein heldur blandað kensla. Fyrstu longu løtuna sýndu teir nógvar av teimum dygdum, sum hava givið liðnum fleiri góð úrslit í ár, men eftir hetta fall korthúsið saman.
Avrikið seinasta tíman sýndi, at liðið fær trupulleikar, tá teir í størri mun skulu vera skapandi parturin. Við tað at mótstøðan nú var á odda, noyddist EB/Streymur longur fram á vøllin, og økta frástøðan millum keturnar var meira, enn skipanin megnaði at taka.
Og so sýndi hetta eisini, at tað sálarliga helst er nakað at arbeiða við á liðnum. Tað er so eingin skomm fyri nakað lið at tapa fyri HB í Gundadali, men fyri viðhaldsfólkini hjá felagsliðnum mundi tað kennast eyðmýkjandi, at liðið skuldi fara somikið nógv niður við nakkanum. Hugtakið »heiðurligt tap« er kanska strikað úr føroysku fótbóltsorðabókini fyri nøkrum árum síðani, men tað er munur á hesum, og so tí at leypa við báðum fótum fremst beint inn í eitt skrædl av tí stóra slagnum. Eitt skrædl, sum tá alt kom til alt, væl kundi verið størri í Gundadali sunnudagin.
Dysturin í tølum
HB-EB/Streymur 5-0 (1-0)
1-0: Andrew av Fløtum, 20
2-0: Símun Eliasen, 52
3-0: Karsten From, 55
4-0: Karsten From, 66
5-0: Rókur F. Jespresen, 85
Dómari: Páll Augustinussen. Hevði til tíðir lyndi at floyta dekan ov nógv, heldur enn at lata spælið halda fram.
HB: Bárður Johannesen ? Rani Debes Christiansen, Eli Thorsteinsson, Símun Eliasen, Janus M. Joensen ? Hallur Danielsen, Martin Christiansen, Rógvi Jacobsen ? Karsten From, Andrew av Fløtum, Tór-Ingar Akselsen
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Hallur Jacobsen, Esmar Eiðisgarð, Egil á Bø, Bárður Olsen ? Marni Djurhuus, Ronnie Samuelsen, Marek Wierzbicki, Hans Pauli Samuelsen ? Sorin Anghel, Magni á Lakjuni