Tunlar Norður um Fjall mugu kanska bíða eitt lítið sindur

Heðin Mortensen hevur ætlanir sum kunnu elva til, at teir verða seinkaðir eitt sindur

Nú kann tað henda, at arbeiðið at gera tunlarnar Norður um Fjall fer at bíða eitt lítið sindur. Annars hava politikarar úr samgonguni næstan svorðið eið upp á, at farast skal undur tunlarnar Norður um Fjall beinanvegin eftir at arbeiðið at bora Hvalbiartunnilin er liðugt.

 

Samstundis skuldi ferð setast á at gera Hvalbiartunnilin, soleiðis at hann verður boraður ígjøgnum sum skjótast, kanska upp á eitt ár. Og tey mest bjartskygdu vóna, at farast kann undir tunlarnar Norður um Fjall longu í seinni hálvu næsta ár.

 

Men nú sáar Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, iva um hesa ætlanina. Hann sigur, at nú farið verður undir Hvalbiartunnilin, fer hann at kanna um Fámjinstunnilin kann borast ígjøgnum beint eftir tað.

  

Tað er Articon, sum skal bora Hvalbiartunnilin og landsstýrismaðurin fer nú at biðja byggifyritøkuna um eitt óbindandi tilboð upp á at gera Fámjinstunnilin eisini, nú tey hava alla útgerð í Suðuroy kortini.

 

Hann væntar, at av tí, at amboðini eru í Suðuroy, fer tað at bera til at fáa eitt gott tilboð, og tað tilboðið fer hann so at leggja fyri politiska myndugleikan fyri at vita, hvat ber til.

 

Heðin Mortensen ger hetta, nú Fámjiningar eru vónbrotnir um, at teir stóðu eftir sum taparar í politisku telvingini um tunlar. Fyrrverandi landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Henrik Old, ætlaði at gera Fámjinstunnilin áðrenn Dalstunnilin, men restin av samgonguni tók hann av ræðið og samdust um, at Dalstunnilin skal gerast fyrst. 

 

Ein annar leikur í telvingini var, tá ið Fíggjarnevndin fekk at vita úr samgonguni, at Fámjinstunnilin og Hvalbiartunniin skuldi bjóðast út ísenn, men eisini tað datt niðurfyri. 

 

Les eisini: Tveir tunlar í Suðuroya bjóðast út ísenn

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr landsstýrismannin greiða frá