Brynhild Sørensen er borgarstjóri í Húsavíkar kommunu, og tað er mangt, hon fegnast um, nú 2019 gongur móti endanum.
- Eg fegnist um, at ferð aftur er komin á kloakkarbeiðið - spillivatnsætlanina - sum varð góðkend í 2013. Hetta skeiðið eru umleið 500 metrar av kloakk lagdir niður í Húsavík, og tað merkir, at meginparturin av Stórá nú er rein. Peningur er aftur settur av til kloakkarbeiði, so hildið verður fram í komandi ári.
Borgarstjórin vísir á, at kommunustýrið hevur samtykt at fara undir verkætlanina at sóttreinsa drekkivatnið í Dali og Húsavík. Peningur er settur av til hetta arbeiðið, sum kostar tað mesta av einari álíkning hjá kommununi.
- Vegur er gjørdur til nýggju útstykkingina Sunnan fyri Á í Húsavík, og nýggjur drekkivatnsbrunnur til Skarvanesar er projekteraður. Tilbúgvingarætlan, sum fevnir um Húsavík, Dal, Skarvanes og Djúpadal, er gjørd og varð latin Fiskimálaráðnum til viðmerkingar hin 1. november í ár, sigur Brynhild Sørensen.
Borgarstjórin sigur, at kommunan eisini hevur brúkt fitt av peningi til viðlíkahald av bygningum, sum kommunan eigur, umframt at gøtuljósini leypandi verða skift út til led-ljós.
- Í samstarvi við kommunustýrini í Sandoyar sýslu verða trý nýggj kømur nú bygd aftrat í sambýlinum á Skerinum í Skopun, og Sandoyar Barnaverndartænasta hevur fingið eina uppnormering, soleiðis at eftir nýggjár 2020 verður søkt eftir einum fólki aftrat til tænastuna. Hetta eru mál, ið eg sum borgarstjóri og vit sum kommuna fegnast um.
Hvat fer at henda í tíðini, sum er eftir av hesum valskeiði?
- Í 2020 verður farið í holt við arbeiðið at sóttreinsa drekkivatnið. Hús til reinsiverkini skulu byggjast bæði í Dali og Húsavík, og samstarvað verður við Nomatek um verkætlanina. Eisini verður hildið fram við kloakkarbeiðnum.
Brynhid Sørensen sigur seg vóna, at drekkivatnsbrunnurin á Skarvanesi eisini verður settur upp í komandi ári, og peningur er settur av til hetta arbeiðið.
Í Húsavíkar kommunu kunnu tey fegnast um, at fólkatalið í 2019 er vaksið, og at barnatalið eisini er vaksið.
- Vit gleðast um, at Dalstunnilin nú er farin í gongd. Hetta er ein verkætlan, sum landsmyndugleikarnir hava sett í verk og standa fyri. Hjá okkum er at vóna, at arbeiðið við Dalstunnlinum ikki tekur ov langa tíð.
Brynhild Sørensen fegnast eisini um, at undirsjóvartunnilin í Sandoynna fer at geva oynni atgongd til allar teir møguleikar, sum dagsins samfelag og liviháttur krevur, umframt at fasta sambandið fer at betra um møguleikarnar, bæði innan trivna og vinnu.
Hvat var tað keðiligasta, sum hendi í 2019?
- Her í kommununi eru vit spard fyri keðiligar hendingar, og tað eru vit takksom fyri. Men, tankarnir eru hjá teimum, sum hava mist onkran av sínum hetta árið.
Hvar og hvussu fer borgarstjórin at halda jól í ár?
- Ætlanin er, at jólini verða hildin saman við mínum kæru - manni, børnum og ommubørnum. Jólaaftan eru vit boðin til Havnar til eldru dóttrina og hennara. At fara í kirkju og sita undir orðinum, njóta friðin í kirkjuni, syngja jólasálmar og hoyra prædikur og lestur hevur týdning fyri meg, sigur Brynhild Sørensen, sum ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár.
##med2##