Høvuðsvenjarin hjá Suðringum, Glenn Ståhl hevur gjørt vart við tað fleiri ferðir: Suðringar hava ein alt ov tunnan hóp. Í dag hevði Glenn Ståhl bara tveir spælarar á beinkinum, og longu í 39. minutti var Stefan Radosavljevic skiftur inn fyri Dánjal Godtfred.
Stefan Radosavljevic ásannar, at tunni hópurin hjá Suðringum merktist í 1-4 tapinum ímóti Víkingi í dag. Sjálvur var hann ikki optimalt fyri, men tað var ikki annað at gera enn at verða tøkur á beinkinum hjá tí sperda hópinum. Stefan Radosavljevic staðfestir, at talan var um eitt vánaligt avrik hjá Suðringum í dag.
Stefan Radosavljevic vónar, at Suðringar fáa styrkt sær hópin í næstum.
Suðringar hava 10 dagar til størsta dystin hjá Suðringum higartil, tá B36 kemur á vitjan í seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Stefan Radosavljevic væntar stóran uppbakning, og hann hevur vónir um, at Suðringar eisini á vøllinum fara at levera mikukvøldið 13. juni tá B36 kemur suður at verja eina 4-2 leiðslu frá tí fyrru hálvfinaluni.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum Rás2 hevði við Stefan Radosavljevic.
Samrøðan Árni Gregersen gjørdi við Sølva Vatnhamar hjá Víkingi hoyrist HER