Napolion Magnussen, Miðvágur
Slapp framat í Fimmaranum mikudagin, men tíðin, ið lurtararnir fáa tilluta er avmarkað. Hetta er í fínasta lagi, tí ofta koma avsporaðar diskusiónir á banan. Eg hevði , sum verða man, meiri uppá hjarta, tí hesar reglur.
Sum Anfinn Kallsberg segði, so er hetta ikki av tilvild, at hann kemur við tí nú, gloymdi bara at siga veruleikan. Hann manglar uppbakking í Norðoyggjunum, nú Jógvan við Keldu bleiv útskiftur. Men hetta uppskoti er ikki hansara uppfinnilsi, tað hava nógv fólk verði inni á hesum fyrr, serliga tá ið gjaldið í Vágatunnilinum skuldi ásetast. Men, sum hin segði, tak tú bara æ(ð)rina, bara eg fái lambið!
Lisbeth Petersen er ímóti, sum vanligt er við fólkið, ið ikki eru beinleiðis rakt at hesum eykaútreiðslum. Argumentini hjá henni vóru sera tunn, øll sum eitt. Eitt nú tað, at Havnin ikki kann taka ímóti øllum bilunum er ikki trupulleikin hjá teimum, ið búgva uttanfyri. Tit skula bara syrgja fyri at útbyggja vegakervið so hvørt sum tit draga fólk til. Tit vilja jú hava alt til Havnar, og so muga tit eisini taka ábyrgd av hesum! Tað átti ein fyrrverandi borgarstjóri í Havn kunna havt í huganum.
Føroyar, og verðin sum heild, eru vorðin minni og minni samhaldsfast, og her er ein gyltur møguleiki at rætta nakað upp á tað støðuna. Landið letur skattalættar, men tekur teir innaftur aðrar vegir. Fleiri av hesum øðrum vegunum eru púra burtur við, og vegskatturin er ein av teimum. Vit áleggja óskyldugum fólkum at gjalda fyri nakað, sum tey ikki eiga so stóran part í.
Hví skal svínoyingurin, sum ikki ein gang sleppur av oynni við bilinum, gjøgnum vegskatt gjalda fyri vegirnir, sum eitt nú Anfinn slítur? Og tá kann eitt nú Anfinn fáa stóran part av sínum brúki endurgoldið gjøgnum koyripeningaskipan.
Latið okkum nú verða eitt sindur rættvís og lata tey gjalda vegirnar, sum slíta teir. Lati okkum, í brúka vegirnar nógv eisini gjalda nógv. Og um vit ikki halda tað verða ráðiligt at koyra, kunna vit taka bussin, sum so hevði fingið betri fíggjarligt grundarlag fyri at røkja rutur sínar.
Uppskotið er tískil at vit avtaka vegskattin, bummgjøld og ferðaseðlagjøld við Strandferðsluni og í staðin leggja tað, tað kostar, omaná brennievni hjá bilunum, so tey sum brúka nógv, gjalda nógv. Vinningurin sæst aftur í fleiri liðum; vit fá fólk tá at keypa teir mest økonomisku bilarnar, sostatt minni dálking og færri sjúkraviðgerðir har av.
Samstundis, heldur enn at geva skeivt plaseraðar skattalættar, kundu vit avtikið eitt nú sjúkrakassagjaldið og lagt tað á skattin, tí tað er eitt gjald, sum øll muga gjalda fyri ikki at detta niður ímillum. Og tá tað enntá er lógarásett, er tað onki annað enn ein skattur.
Tað næsta, vit skula fara at hyggja eftir, er gjaldanina av brennistøðunum. Tær kosta kommununum dýrt, og er tí upplagt at leggja eitt burturbeiningaravgjald á alt, sum verður innflutt. Um innflutningurin av einum smørpakka kostaði 3 - 5 prosent meira hevði ikki sæst aftur, men hevði verið nokk at avhildið kostnaðin av brennistøðunum.