Tunnusláing á sjónum


Í dag, leygardagin, skipar Froskmannafelagið fyri tunnusláing á sjónum við Bursatanga í Havn. Tiltakið byrjar klokkan 14, og felagið bjóðar øllum oman at hyggja. Tiltakið er ókeypis.
Eisini er ætlanin at spenna eina línu tvørtur um, og síðani skulu froskmenninir royna at ganga á línuni uttan at detta útí sjálvandi.
Vanliga er uppmøtingin góð, og í fjør vóru eini 25 froskmenn við. Øll kunnu vera við, bara tey eiga eina drakt at fara í.
Sjálv tunnusláingin plagar at taka ein tíma ella so. Luttakararnir fara eftir ætlan at ganga á línu, meðan sláingin fer fram.
Til at halda tunnuni hava froskmenninir lænt ein kranabil, ið fer at halda henni yvir sjónum.