Tunnusláttur er søguligur táttur í Sumba

Serstakur búni er partur av tunnusláttrinum, ið tekur tað mesta av degnum.

Aftur í dag sást søguliga sjónin í Sumba, har menn og kvinnur í búnum savnaðust um tunnusláttur.

 

Tey, sum eru við, eru í serstøkum búna: hvít skjúrta við bláum, ella bláum og reyðum, silkibandi. Og kanska kaskett.

Hátíðarligt sær tað út, og er hetta ein siður, sum - tað vit hava frætt -  hevur eini hálvthundrað ár á baki.

 

Sumbingar hava mangan verið sagdir at vera tiltiknir til styrki. Byrjast má ikki ov seint. Og tunnan er eisini væl styrkt, og vanligt er, at tað tekur tað mesta av degnum at fáa tunnuna niður. Tá kann onkur steðgur vera í, har fólk hava høvi at styrkja seg við einum bita, og sløkkja tostan.

 

Tað eru tó ikki bara menn, ið sláa tunnu. Seinnu árini hava kvinnurnar eisini havt tunnu at sláa, og eisini tær eru í búna.

 

Tá tunnan loksins er fingin niður, er borðhald á kvøldi við undirhaldi og dansi.

 

 

Mynd: Tunnusláttur á Ólafløtti í dag. (Mynd: DS)