Í gjár fylti eldsálin Turið Sigurðardóttir 80 ár.
Landsbókasavnið skrivaði soleiðis í gjár:
Turið er bókmentafrøðingur, týðari, rithøvundur, bókasavnsvinur og hevur forlagið Ungu Føroyar undir hond. Millum mongu verkini Turið hevur týtt til føroysk kunnu nevnast Pippi bøkurnar, sum vit øll kenna og eru so góð við. Turið hevur eisini m.a. skrivað lærubók í íslendskum, bókina Hugtøk í bókmentafrøði og saman við Maluni Marnersdóttur hevur hon skrivað bøkurnar Føroysk bókmentasøga 1 og 2.
Fyrr í ár kunngjørdi The American-Scandinavian Foundation, at tey hava stovnað The Turið Sigurðardóttir Translation Prize til týðarar, ið týða úr føroyskum og íslendskum til enskt. Heiðurin fekk Turið fyri sítt fjøltáttaða virksemi sum íbirtari, týðari, útgevari og stuðul hjá nógvum, sum arbeiða/hava arbeitt við bókmentum og fyri sítt ídni sum bókmentafrøðingur. Og í 2013 fekk Turið í M. A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik.










