U?19 EM UNDANKAPPING
Føroyska U?19 landsliðið skuldi í gjárkvøldið koma aftur til Føroya, eftir at teir síðstu vikuna hava spælt tríggjar dystir í EM undankapping í Skotlandi. Tað ber ikki til út frá úrslitunum at siga annað, enn at ferðin hevur verið eitt vónbrot. Mikukvøldið tapti føroyska liðið 5?0 ímóti Turkalandi. Harvið var samantalda úrslitið fyri teir tríggjar dystirnar 1?12 og einki stig, og Føroyar endaðu aftast. Makedonia, sum mikukvøldið tapti 1?0 ímóti Skotlandi, endaði á triðja plássinum, Turkaland var nummar eitt og Skotland nummar tvey. Tey bæði londini halda fram í kappingini.
Sum tað hevur verið nevnt fyrr í vikuni, so hevur tað verið manningarliga soltið hjá føroyingunum, sum eisini hava verið mintir á, at í slíkum kappingum og ímóti sovornum mótstøðuliðum er tað einki sum eitur. Persónlig mistøk verða eirindarleyst sektað.
Besta liðið
A?landsliðið hjá Turkalandi hevur seinastu árini víst, at teir teljast millum tey bestu í heiminum. Menningin hevur verið ógvuliga stór, síðani teir við Sepp Piontek á odda vóru í Føroyum og spældu 1?1 í Gundadali fyri tólv árum síðani.
At framtíðar landsliðsspælararnir hjá teimum eru óførir, vóru føroysku unglingarnir fremstu vitnini til mikukvøldið.
? Í 1. hálvleiki spældu teir okkum sundur og saman. Vit høvdu kanska fýra hornaspørk og onkran leysan møguleika, men teir vóru nógv betri og kundu havt fingið fleiri mál enn tey fýra, sum teir fingu, og sum teir spældu seg til við hugflogsríkum uppspæli, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U?19 unglingaliðnum.
Hóast stórtapið so heldur Jógvan Martin, at føroyska liðið í seinna umfarinum ímóti Turkalandi vísti besta avrikið á hesi ferðini.
? Okkara tordu hesa løtuna betri at spæla, enn teir høvdu gjørt frammanundan, og teir fingu eisini nógv betur fatur í verjupartinum og vunnu nærdystir. Vit kundu havt skorað eitt ella tvey mál. Men so skal leggjast afturat, at mótstøðumenninir kundu havt skoraði væl fleiri enn tað eina málið, sum teir fingu í 2. hálvleiki, sigur U?19 venjarin.
Akkurát nóg nógvir
Tað var akkurát soleiðis, at tað eydnaðist føroyingunum at manna lið ímóti Turkalandi. Eftir útvísingina í fyrsta dystinum var Poul N. Poulsen eisini leikbannaður ímóti Turkalandi. Rasmus Nolsøe, sum hevði verið leikbannaður í tveimum teimum fyrstu dystunum, var tøkur aftur. Fleiri spælarar vóru skaddir, og tá ið tað síðstu løtuna var neyðugt at skifta út, var tað bara Bárður Olsen, sum var so mikið frægur, at hann kundi setast á vøllin. Men hann var ikki hundrað prosent.
Føroyska liðið í hesum síðsta almenna dystinum hjá einum føroyskum fótbóltsliði í ár sá soleiðis út: Gunnar Nielsen, Frem ? Jónas Þór Næs, Frem, Rasmus Nolsøe, TB, Marni Djurhuus, EB/Streymur, Hanus Jacobsen, GÍ ? Hanus Thorleifsson, Skála, Jústinus R. Hansen, NSÍ, Kjartan M. Højgaard, Vejle (Høgni Madsen, GÍ, 46.), Magnus Skoralíð, GÍ ? Páll M. Joensen, HB, Rókur Jespersen, HB (Bárður Olsen, EB/Streymur, 80.)