»Turkatrúgvin« er upp á pláss

Fótbóltur: Turkisku gestirnir hjá B36 eru ikki eina løtu í iva um, at teir koma víðari til næsta umfar í UEFA Cup kappingini

Tað er ikki altíð at orð skulu til fyri at lýsa tað, sum talarin ætlar sær at fáa fram. Við hvørt er kropsburður nóg mikið.

Fyri tveimum vikum síðani var B36 í Turkalandi og spældi UEFA Cup dyst móti Ankaragücü. Árstalsfelagið úr Havn tapti, men bert við tí eina málinum, og við tí í huga er ikki óhugsandi, at B36 kann spæla seg víðari til kappingini.

Tá tað er sagt, so má eisini staðfestast, at tað verður meiri enn torført at vinna á turkunum, sum eru væl fyri og eisini spæla ógvuliga væl.

Kristian á Neystabø, formaður í B36 sigur, at mótstøðuliðið er væl skipað og er nógv sterkari enn B36.


­ Vit taka tað róligt

Venjarin hjá turkiska liðnum sær heldur ikki út til at vera tann, sum hevur mestu nervarnar.

Leikarar hansara eru á vøllinum fyri at merkja grasið undir fótunum í hesum fyri teir so fremmanda landi.

Turkisku myndamenninir eru til arbeiðis og tíðindamenninir tosa við venjararnar, men hvat tosað verður um er ikki gott at vita, tí vit skilja ikki eitt orð av tí teir siga.

Leikararnir taka sær av løttum - spæla smábólt ímillum sín, men enn er góð tíð at hita upp til dystin, tí tað er bara mikudagur, og dysturin er ikki fyrr enn hóskvøldið.

Vit fingu orð á høvuðsvenjaran, sum gongur púra avslappaður og prátar. Hann skilir ikki eitt orð á enskum og hevur tí tulk undir liðini á sær, meðan vit práta.

Venjarin sigur, at hann er púra róligur.

­ Vit hava vunnið tann fyrra dystin, og kunnu tí vera heilt avslappaðir nú. Okkara lið átti at vunnið nógv meir á heimavølli, men tað gjørdu vit bara ikki. Tað sum kortini hevði størstan týdning var, at vit vunnu, og tí kunnu vit taka tað heilt róligt hesaferð, sigur hann.


Kempaðu væl

Sum tað sømir seg røttum gesti, so er venjarin hjá Ankaragücü ikki smæðin fyri at geva føroyska liðnum rós fyri teirra innsats í Ankara fyri fjúrtan døgum síðani.

­ Teir bardust væl og manniliga, men tað var okkara lið, sum var tað betra liðið. Vit trýstu og teir vardu. Tað gjørdu teir ógvuliga væl.

Vit spurdu venjaran, um hann var bilsin av spælinum hjá B36 men tað svarar hann ikki beinleiðis uppá, men sigur, at munurin millum liðini eigur at gera, at liðið úr Ankara eigur at koma víðari.

Venjarin hevur ikki meir at leggja afturat, men biður eitt annað umboð frá felagnum koma at taka yvir samrøðuna.

Hann so ger, og væl hjálpir, tá hesin er knáur í enskum.


Skuldu vunnið

við fleiri málum

Hesin ungi maðurin letur ikki nakran iva vera um, at Ankaraliðið eigur at kunna gera av við B36 í UEFA kappingini.

­ Vit áttu at vunnið tann fyrra dystin við minst fimm málum, tá vit taka tað við í metingina at okkara spælarar eru fulltíðar yrkisleikarar. Vit vunnu bara við einum máli, men tað er nóg mikið til, at vit koma víðari, sigur maðurin.

Hann heldur ikki, at B36 eigur at hava nakran kjans til at koma afturíaftur í dystunum.

Men hevur tað stóran týdning fyri tykkum, at koma víðari?

­ Ja, tað hevur tað. Vit skulu koma víðari. Tað er eingin ivi um tað, sigur turkiski gesturin, sum nú fer á flot við onkrum av vertunum úr B36.


Undirmeting hjálpir

Soleiðis eru kortini blandað áðrenn dystarbyrjan í kvøld.

B36 spældi ein framúr góðan dyst í defensivinum fyri fjúrtan døgum síðani, har serliga teir royndu leikararnir fingu høvið at vísa hvør dugur er í teimum.

Hóast tað gekk heldur striltið hjá Ankara at vinna tann dystin, so eru teir fullvísir í, at tað vera teir, og ikki teir svørtu og hvítu úr Gundadali, sum fara víðari í kappingini, og tað er júst hetta, sum kann fara at gerast møguleikin hjá B36.

Sivic sigur, at t.d. Jákup á Borg spældi serstakliga illa í Turkalandi, og at hann væntar sær meir av honum í kvøld.

­ Jákup er ungur og tí er einki løgið, at hann ikki spælir væl í einum slíkum dysti, sigur Sivic og leggur afturat:

­ Hann er ungur og tí kunnu nervarnir spæla honum eitt puss.

Men B36 fer á vøllin fyri at spæla sín møguleika til fulnar.

­ Vit hava ein møguleika, og hann ætla vit okkum at taka, segði Sivic aftaná dystin móti B68 sunnudagin.

Hvussu leikur fer, mugu vit bíða við at frætta meira um til seinni í kvøld.