Tvífaldið atkvøðutalið

Stjórnmálafrøðingurin, Sigmundur Isfeld, skýtir upp, at vit at umhugsa at tvífalda atkvøðutalið í Føroyum við at geva hvørjum veljara tvær atkvøður í part. Hetta skal betra um møguleikarnar til bæði at velja taktiskt og við hjartanum, tá løgtings- og kommunuval eru á skránni

Í kjalarvørrinum av tveimum valum, løgtingsvalinum í januar og kommunuvalinum í november, hevur dúgliga verið kjakast um føroysku valskipanina í ár. Eftir løgtingsvalið vóru røddir frammi um at broyta verandi valskipan, tí hon í verandi líki ikki gevur rætta lutfalli millum atkvøður og umboðan í løgtinginum. Hetta sást millum annað aftur í, at Tjóðveldisflokkurin sum fekk trið flestar atkvøður á løgtingsvalinum, kortini áttu flestu umboðini í løgtinginum.
Orðadráttur tók seg eisini upp um valskipanina eftir kommunuvalið í heyst. Glantrileikurin í Havn hevði við sær, at røddir vóru frammi um eitt nú at velja borgarstjórar á beinleiðis vali fyri at koma náttartelvingin um borgarstjórasessin til lívs.
Stjórnmálafrøðingurin, Sigmundur Isfeld, hevur í seinastu útgávu av føroyskum lógarritum varpað ljós á føroysku valskipanina. Stjórnmálafrøðingurin skýtir millum annað upp, at føroyskir veljarar í framtíðini eiga at fáa tvær atkvøður heldur enn eina, tá ið vit velja okkara politisku umboð í løgting og kommunurnar.

Tvífalda atkvøðutalið
Í samband við kjakið um eina nýggja føroyska valskipan rør Sigmundur Isfeld fram undir, at tað kundi verið áhugavert at umhugsað at geva føroyska veljaranum tveir krossar at ráða yvir heldur enn bara tann eina.
Sambært Sigmundi Isfeld hevði føroyski veljarin við tveimum atkvøðum fingið fríari ræsir til bæði at velja taktiskt og við hjartanum, tá hann fer til løgtings- og kommunuval.
Stjórnmálafrøðingurin vísir eisini á, at við at tvífalda atkvøðutalið ber til at fáa størri javnvág millum kvinnur og menn, tí við tveimum atkvøðum ber til at velja eina kvinnu og ein mann.
Tá hevði kanska ligið betur fyri (...) bæði at valt mannin, konuna, sonin, ella hvør tað nú er næst í familjuni, sum má hava tína atkvøðu, og harumframt valt tann, ið tú veruliga vilt velja, heldur Sigmundur Isfelt í seinastu útgávuni av føroyskum lógarritum.
Stjórnmálafrøðingurin ásannar, at uppskotið við tveimum atkvøðum í part ljóðar óivað kollveltandi í oyrunum hjá teimum flestu, og at hon kann hava stórar broytingar við sær, hvussu fólk velja. Hann slær hinvegin fast, at nýggja skipanin er bæði løtt at gera og yvirskoða.

Beinleiðis val
Í greinini "Valskipanin í millum umboðan og virkni" nemur Sigmundur Isfeld eisini við møguleikan við broyta valskipanina so, at vit í framtíðini velja bæði løgmann og borgarstjórar á beinleiðis vali. Hann heldur, at á tann hátt fæst betri samband millum, hvussu fólk velja, og hvønn tey fáa at stjórna sær, sum hann málber seg.
-Tað hevði tó verið ein stór broyting, soleiðis knappliga at fingið veruligt fólkaræði hesum viðvíkjandi, og tað má tí verða umhugsað gjølla, heldur stjórnmálafrøðingurin.
Undan kommunuvalinum í heyst vóru tankarnar um beinleiðis val av borgarstjórum eisini frammi. Komandi borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, helt, at tað í alt ov stóran mun er tilvildin sum ræður, tá avgerðin um hvør skal røkja borgarstjóransessin í teimum ymisku kommununum skal takast. Hann mælti tí staðiliga til, at borgarstjórar í framtíðini vórðu valdir á beinleiðis vali.
Í viðtalu við Sosialin 1. september segði Heðin Mortensen:
-Eftir býráðsval er altíð kríggj um at koma í samgongu og at ogna sær borgarstjórasessin. Søgan sigur okkum, at tað er rein tilvild, hvør endar við borgarstjórasessinum. Verður borgarstjórasessurin gjørdur til beinleiðis val, fær fólkið tann persón, tey ynskja í borgarstjórasessin, og tað má vera betur enn tilvildin skal ráða.

Lutfalsskipanin
Galdandi valskipanin í Føroyum stavar frá 1978. Valskipanin er soleiðis háttað, at hon skal geva matematiskt rætt lutfall millum atkvøðubýtið hjá politisku flokkunum ella kommunalu listunum og býti av valdum umboðum.
Verandi skipan leggur upp til, at fær ein flokkur eitt nú 10 % av atkvøðunum, skal flokkurin eiga 10 % av umboðunum í løgtinginum ella í bý- og bygdarráðunum. Hetta slagið av valskipan kalla vit lutfalsvalskipan.
Sigmundur Isfeld heldur onga orsøk vera til at velja aðra valskipan enn lutfalskipanina, tí føroyingar hava nú vant seg til, at rætt lutfall skal vera millum, hvat fólk velur og býtið av umboðum fyri flokkarnar.
-Landafrøðiliga býtið kundi tó verið snøggað til, so betur samsvar gjørdist millum íbúgvaratalið í ymsu valdømunum, og talið av umdømisvaldum, heldur stjórnmálafrøðingurin.
Galdandi lutfalsskipan í Føroyum er soleiðis háttað, at 27 umdømisvald tingfólk verða vald í teimum sjey valdømunum. Harumframt kunnu koma upp til til fimm eykavald umboð at javna út møguligar skeivleikar í umboðanini hjá ymsu flokkunum.
Flestu lond, sum hava eina lutfalsvalskipan eru býtt upp í fleiri valdømi, eins og Føroyar eru tað. Kortini eru nøkur lond við lutfalsskipanum, sum hava eitt eitt felagsvaldømið fyri alt landið. Dømi um hetta er Grønland, Niðurlond og Ísrael.
Í kjakinum um føroysku valskipanina hava røddir verið frammi um at skipa Føroyar sum eitt felagsvaldømið, og Sigmundur Isfeld heldur, at ein slík skipan kundi verið áhugaverd.
-Hugsa vit um at fáa eina betri kvinnuumboðan, hevði tað kunnað roynst val at avtikið valdømini, og valt øll løgtingsumboð í einum felagsvaldømið. Tað hevði eisini kunna elvt til skilabetri raðfestingar viðvíkjandi, hvussu vit nýta avmarkaðu orkuna í landinum til at veita borgarunum tær mest optimalu loysnirnar og tænasturnar, vísir Sigmundur Isfeld á.
35 % av heiminum hevur í dag eitthvørt slag av lutfalsvalskipan.



Fakta: Týdningarmiklastu fyrilitini

1) Landafrøðilig umboðan skal tryggja, soleiðis at fleiri valdømi skulu vera
2) Lutfallið millum veljarar og tey valdu skal vera matematiskt rætt, soleiðis at býti av viðhaldsfólkum millum ymsu politisku áskoðanirnar verður hitt sama á tingi sum millum fólkið
3) Samansetingin av umboðum á tingi skal spegla samansetingina í samfelagnum. Her kunnu nevnast variablar sum kyn, aldur, starvsbólkar, minnilutar o.a.
4)Virkni. Her verður hugsað um, at skipanin ikki má gerast ov óstøðug. Eitt tiltak, sum m.a. verður nýtt hesum viðvíkjandi er at hava eina tinggátt: eitt minstamark av undirtøku frá veljaranum fyri at fáa umboðan. Í Føroyum er tingggáttin 3,7 %. Í Týsklandi er hon av søguligum grundum heili 5% fyri at tryggja seg móti ódemokratiskum flokkum
5) Gjøgnumskygni. Her verður hugsað um, at veljararnir skulu hava veruligar valkostir, og í stóran mun kenna avleiðingarnar av sínum vali.
6) Legitimitet ella undirtøku
kelda: "Valskipanin í millum umboðan og virkni", Sigmundur Isfeld 2004

Fakta: Størstu trupulleikarnir í Føroyum í dag

1) Fleiri vilja vera við, at galdandi uppbýtan av valdømunum eftir gomlu sýslunum elvir til óneyðugt sundurlyndi og ov stóra spjaðing av orkuni, ið vit hava til at fremja týdningarmikil mál.

2) Valdømini í dag eru ikki matematiskt røtt eftir fólkatalinum. Eitt nú vigar ein atkvøða í Sandoynni næstan eins nógv og tríggjar í Suðurstreymi. Skeiva lokala umboðanin hevur við sær, at lutfallið millum veljarar og vald ofta er skeivt. Dømi um hetta er, at trið størsti flokkur á løgtingsvalinum í atkvøðum, Tjóðveldisflokkurin, gjørdist størsti flokkur á løgtingi.

3) Vantandi kvinnuumboðanin. Serstakliga fáar kvinnur verða valdar í politisk álitisstørv í Føroyum samanborið við hini norðanlondini

4) Gjøgnumskygni er ein trupulleiki við verandi valskipan. Vit fáa ongantíð reinan meirluta til nakran flokk, og tí verða altíð samgongur millum flokkar skipaðar at stjórna landinum. Týdningarmiklasta starvið sum løgmaður er tí fullkomiliga óheft av atkvøðutalinum hjá viðkomandi, og enntá er tað eisini óviðkomandi, hvussu nógvar atkvøður flokkurin hjá løgmanni hevur. Alt vísir seg at vera upp til samráðingarnar náttina eftir valið. Úrslitið av slíkum samráðingum er aloftast púra ógjørligt at spáa um frammanundan. Hetta er ein stórur veikleiki við lutfalsskipanini

kelda: "Valskipanin í millum umboðan og virkni", Sigmundur Isfeld 2004