Um vikuskiftið fer næstbesta danska deildin aftur av bakkastokki eftir ein longri vetrarsteðg. Fleiri føroyskir leikarar spæla dagliga í næstbestu deildini, og merkisvert við umfarinum hesaferð er, at teir allir møtast í innanhýsis uppgerðum.
Talan er um teir báðar dystirnar, Vendsyssel-Fremad Amager og Vejle BK-Skive, har øll liðini hava føroyska umboðan.
Í dystinum millum Vendsyssel og Fremad Amager eru stór útlit fyri at Meinhard E. Olsen, sum í vikuni skoraði mál fyri Vendsyssel í donsku steypakappingini fær afturval á liðnum, meðan Heini Vatnsdal og Finnur Justinussen helst eisini koma at spæla fyri Fremad Amager. Meira ógreitt er um Hákun Edmundsson kemur at spæla fyri Vendsyssel, meðan René Shaki Joensen í løtuni situr uttanfyri við skaða.
Í hinum dystinum Vejle BK-Skive, hava bæði liðini eisini føroyska umboðan. Viljormur Davidsen er varaliðskipari á liðnum hjá Vejle, og er kortsíðani vorðin tøkur aftur eftir ein longri skaðasteðg. Hann kemur helst á vøllin sunnudagin, meðan útleigaði FC Midtjylland leikarin, Jákup Thomsen, nú umboðar mótstøðuliðið hjá Vejle BK, Skive.
Í donsku Superliguni skulu eisini tveir føroyskir landsliðsleikarar í eldin í vikuskiftinum. Teir eru teir báðir Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson, sum spæla fyri ávikavist AC Horsens og OB. AC Horsens spælir sunnudagin á útivølli móti oddaliðnum í deildini, FC Keypmannahavn, meðan OB mánakvøldið skal spæla á heimavølli móti AaB. Tveir aðrir føroyskir leikarar eru eisini í løtuni knýttir at felagið í donsku Superliguni. Tað eru teir báðir, Brandur Hendriksson Olsen og Teit Jacobsen, ið umboða Randers FC og Sønderjyske. Av teimum er Brandur Hendriksson Olsen í løtuni skaddur, har hann hevur slitið krossbandið, meðan Teit Jacobsen seinast ikki var í hópinum hjá Sønderjyske.
Av føroyingum, ið leika aðrastaðni enn í Danmark, er kappingin hjá teimum ikki byrjað enn. Í Noregi byrjar kappingin um ein góðan mánað, meðan hon í Íslandi byrjar seinast í apríl.
Dystir við føroyskum leikarum um vikuskiftið:
Sunnudagin 5 marts:
Vendsyssel – Fremad Amager (Næstbesta danska deildin)
Vejle – Skive (Næstbesta danska deildin)
FC Keypmannahavn – AC Horsens (Superligan)
Mánakvøldið 6 marts:
OB – AaB (Superligan) Verður vístur á Tv3Sport1