Tvær millionir fólk smittað av koronu í Týsklandi

Í dag er talið av smittaðum av koronu í Týsklandi farið upp um tvær milliónir. Merkel ætar at seta nógv harðari tiltøk í verk.

 

Samstundis nærkast talið av deyðum við koronu 45.000 fólkum.

Tað veit tíðindastovan AFP at siga í morgun.

Týski samveldiskanslarin Angela Merkel ætlar at seta nógv strangari tiltøk í verk og steingja bæði bussar og tok.

Tað siga kelur í stjórnarflokkinum CDU við tíðindastovuna AFP.

Merkel heldur, at visurisið bara kann steðgast við »munandi eyka tiltøkum«, siga keldurnar. Tað kann millum annað snúgva seg um at biðja týskarar hava minni sosialt samband.

Kanslarin óttast serliga nýggja brigdið av koronuvirus, sum stóðst í Onglandi í september og síðani bevur breitt seg til fleiri lond í Evropa.

Hildið verður, at hetta virus smitta 70 posent meira enn tey brigdi, vit higartil kenna.

Blaðið Bild skrivar, at Merkel ætlar ein »megastongsul«. Sambært blaðnum snýr tað seg millum annað um at steingja stórar partar av almennu samferðsluni. Avgerðin er tó ikki tikin enn, leggur blaðið dent á.

Týskland skrásetti í gjár 1244 nýggj andlát av koronu, sum er higartil hægsta talið upp á eitt samdøgur.

Merkel ætlar tí at halda kreppufund við allar statir longu í næstu viku, upplýsa keldur í CDU.

Fundurin skuldi annars verið 25. januar.

/ritzau/