Tvær sensatiónir

Cypriotiska Famagusta og rumenska Cluj-Napoca skaptu á útivølli hvør sína sensatión, tá fyrstu dystirnir í Champions League-bólkaspælinum vóru á skránni

Fótbóltur

 

Tað var ein sensatión, at Cypriotiska Famagusta yvir høvur kom við í Champions League bólkaspælið. Í gjárkvøldið fingu teir eisini sítt fyrsta stig í kappingini.

Famagusta spældi á útivølli móti týska Werder Bremen, og enn einaferð framdi cypriotisku meistararnir eitt bragd. Hesa ferð við málleysum javnleiki.

Talan var annars um mest sum einvíst trýst frá týska liðnum, men í málið vildi bólturin ikki.

Og eisini í Rom varð talan um sensatión. Har var rumenska Cluj-Napoca á vitjan, og teir tóku øll á bóli við einum 2-1 sigri.

Alt byrjaði annars væl hjá Roma, tá Panucci legði teir á odda eftir góðum korteri, men rumenska liðið hevði als ongan hug at geva seg. Og hóast heimaliðið fyri tað nógva var spælstýrandi, so gingu mótálopini við fullari ferð, tá Napoca hevði bóltin. Og tvær ferðir kundi Emmanuel Culio gera sær dælt av hesum, soleiðis at Roma sum ikki eina ferð mátti ásanna, at liðið ikki leverar vøruna, tá mest stendur á.

 

Úrslitini í teimum fyrstu átta dystunum í ársins útgávu av Champions League, vóru annars hesi:

Bólkur A

Chelsea-Bordaux 4-0

Roma-Cluj-Napoca 1-2

 

Bólkur B

Panathinaikos-Inter 0-2

Werder Bremen-Famagusta 0-0

 

Bólkur C

Basel-Shahktar Donetsk 1-2

Barcelona-Sporting Lissabon 3-1

 

Bólkur D

PSV Eindhoven-Atletico Madrid 0-3

Marseille-Liverpool 1-2

 

Dystirnir í kvøld eru hesir

Bólkur E

Manchester United-Villareal

Celtic-AaB

 

Bólkur F

Steaua Bucharest-Bayern München

Lyon-Fiorentina

 

Bólkur G

Porto-Fenerbache

Dynamo Kiev-Arsenal

 

Bólukr H

Real Madrid-BATE Borisov

Juventus-Zenit St. Peterseburg